Upptøkurnar av Netflix-røðini steðgaðu eftir andlát

"Emily í París" varð filmað í Venezia, tá røðin varð rakt av einum brádligum andláti.

Sjónleikarinnan Lily Collins hevur høvuðsleiklutin í "Emily í París". Her sæst hon fyrr í vikuni saman við sjónleikarinnuni Ashley Park, sum eisini er við í røðini, undir upptøkunum í Venezia. - Mynd: Manuel Silvestri/Reuters

Eitt brádligt andlát hevur elvt til, at upptøkurnar av vælumtóktu Netflix-røðini "Emily in Paris" eru steðgaðar.

Tað upplýsir tíðindastovan dpa.

Viðkomandi er hjálparleikstjóri, og sambært dpa verður hildið, at hann doyði av hjartatilburði í Venezia, har partar av fimtu sesongini av røðini vóru filmaðir.

Ógreitt er, hvussu leingi upptøkurnar verða steðgaðar.

Sambært italska miðlinum La Repubblica er viðkomandi 47 ára gamli Diego Borella, sum hósdagin doyði á Hotel Danieli undir fyrireikingunum til eina upptøku.

"Emily í París" hevði frumsýning í 2020. Og tað er sjónleikarinnan Lily Collins, sum hevurur høvuðsleiklutin sum amerikanska Emily Cooper, sum flytur til franska høvuðsstaðin eftir at hava fingið dreymastarvið innan marknaðarføring.

Fleiri partar í komandi sesong eru filmaðar í Italia, eitt nú í Rom og tí eisini í Venezia, skrivar dpa.

Upprunaliga skuldu upptøkurnar í Venezia halda fram til mánadagin.

Fyrr í vikuni boðaði Netflix frá, at røðin kemur aftur við fimta sesong 18. desember.

 

/Ritzau/

 

Sjónleikarinnan Lily Collins hevur høvuðsleiklutin í "Emily í París". Her sæst hon fyrr í vikuni saman við sjónleikarinnuni Ashley Park, sum eisini er við í røðini, undir upptøkunum í Venezia. - Mynd: Manuel Silvestri/Reuters