Tað er hásummar, og tølini siga, at samstundis er sannlikið fyri mjørka og vánaligum floglíkindum stórt. Higartil hevur summarið verið eyðkent av treiskari høgætt. Meðan tey norðanfyri og eystanfyri hava verið plágað av kulda, sirmi og einki serligum sýni, so hevur veðrið sunnanfyri og vestanfyri verið eyðkent av góðum sýni, heiðum himni og sól og lýkku.
23. juli og harvið fyrsti hundadagurin er farin afturum. Tað varð tikið til, at summarið fór at verða soleiðis, sum tað var fyrsta hundadagin. Um tað verður soleiðis í summar, so verða nógv høvi at tosa um mjørka fram til síðsta hundadagin, ið er 23. august!
Tað verður nógv ferðast hesa ársins tíðina, og tí rakti vánaliga veðrið flogferðsluna og Atlantsflog rættuliga meint. Sambært teimum, sum varða av okkara flogfelagi og flogvøllinum, so vita teir ikki um verri floglíkindi í so nógvar dagar. Øll tjóðin fylgir við, tá ið umstøðurnar eru soleiðis, og tað er eftir sovorðin tørn, at orðaskiftið um flogvøll, flogfelagið, ognarviðurskifti og stødd á flogførum kyknar – soleiðis hevur tað eisini verið hesa ferð.
At Føroyar liggja, har sum tær eru, ber við sær, at tað av og á fara at verða mjørkaveður og vánalig floglíkindi. Uttan mun til hvar flogvøllurin er. At tosa um at byggja og reka fleiri flogvallir í okkara lítla samfelag kennist veruleikafjart – ikki minst eftir stóru útbyggingina av flogvøllinum í Sørvági. Higartil hevur tað gingið striltið við ætlaðu privatiseringini av flogfelagnum. Mjørki og avlýsingar og stóri kostnaðurin av eykatúrum og at fáa innivist til tey, sum bíða, ber neyvan við sær, at áhugin økist millum útlendskar íleggjarar fyri at keypa seg inn í okkara flogfelag.
Flogvøllurin og flogfelagið syrgja fyri okkara autostradu út í heimin. Sjálvandi skulu bæði vøllur og felag rekast so væl, sum tað ber til. Men tað skal samstundis gerast við tí fyri eyga, at fyrsta raðfestingin er sambandið til og úr Føroyum, og tað er stór avbjóðing. Vit rokna Atlantsflog at vera óført, tá ið tað eydnast at vinna uppgávur aðra staðni. Tað ber arbeiðspláss og valuta við sær, og tað økir harvið um grundarlagið undir felagnum. Samstundis verður í pressaðum støðum funnist at, at flogfelagið ikki nýtir allan kapasitetin at fáa tingini upp á pláss aftur!
Hóast tosið um regularitet og prísir og kapping, so er tað ein spurningur, um vit eru sinnað at seta vøll og felag til sølu. Rákið viðvíkjandi privatiseringum er sum sjóvarfallið. Tað rekur annan vegin og so hinvegin. Hvønn hugburð politiski myndugleikin og arbeiðsgevari hansara – vit øll – hava í løtuni, fæst ivaleyst at vita næstu vikurnar, tá ið løgtingið er komið úr summarfrí, og hoyggingin og havhestaungarnir standa fyri tørni – um tað viðrar!