Veðurmaður: Ólavsøkan verður ikki bara turr

Vit tola minni avfall á ólavsøku, sigur Hanus Kjølbro, veðurmaður hjá Norðlýsinum.

- Um veðrið var soleiðis í dag ella í morgin, hevði eingin lagt nakað í tað, men av tí at hetta er ólavsøkan, hava vit hægri vónir, sigur Hanus Kjølbro, veðurmaður hjá Norðlýsinum.

 

Veðurmaðurin sigur, at enn er eitt sindur torført at meta um, hvussu veðrið verður ólavsøkudagarnar, men eitt er vist og tað er, at dagarnir verða ikki heilt turrir.

- Eitt lágtrýst nærkast okkum nú og leggur seg í ein útsynning úr Føroyum. Tað, sum fer at avgera veðrið á ólavsøku verður so, hvussu skjótt hetta lágtrýstið viknar, sigur Hanus Kjølbro.

 

Tað er vist, at nakað av vindi verður í øllum førum hósdagin og út á fríggjadagin, okkurt um stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, metir veðurmaðurin.

 

- Tað er tó nógv óvissa knýtt at hvussu veðrið verður. Tað verður ikki illveður, men heldur ikki heilt turt. Vit hava bara so høgar vónir til veðrið á ólavsøku, at vit tola minni avfall júst hesar dagarnar, sigur Hanus Kjølbro.