Veðurlamb vigaði 54 pund

- Ikki so galið, heldur eigarin, Jan Thomsen, fyri á Facebook-síðuni - Seyðaáhugað.

 

Seint í gjárkvøldið legði Jan Thomsen myndir við lítlum teksti út á Facebook-síðuna - Seyðaáhugað - og her sæst eitt veðurlamb, sum man teljast millum tey heilt stóru og vakrastu í heyst.

Á Facebook-síðuni greiðir Jan Thomsen frá, at teir vóru í klipping fyri Norðan í gjár. Teir hava ligið og bíðað eftir líkindum, men í gjár bar til. Eini átta veðurlomb komu í rætt, og millum hesi er veðurlambið á myndini.

Jan Thomsen greiðir frá, at veðurlambið vigaði 54 pund, tá tað var flett og var komið á vektina at hanga. - Ikki so galið, heldur hann fyri á Facebook-síðuni - Seyðaáhugað - har ymiskt verður skrivað um seyð og seyðahald.