Veðurlagsverkfall: #Brøla fyri vantandi ábyrgd

Stór undirtøka var fyri veðurlagsverkfallinum, sum var á Vaglinum á middegi í dag.

Nú eru nakrir mánaðar farnir, síðan veðurlagsverkfall var at síggja á Vaglinum seinast, men í sambandi við at veðurlagsverkføll hava verið um allan heim farnu vikuna, var tiltakið sett aftur á skrá í Føroyum.

Sigast má, at áhugin fyri veðurlagsverkfalli er ikki fánaður, síðan tað var at síggja seinast, tí tey uppmøttu máttu ivaleyst teljast millum tvey- og trýhundrað.

Elsa Berg, ið hevur verið ein av fyriskipararunum fyri veðurlagsverkføllunum, setti veðurlagsverkfallið hesaferð, áðrenn hon handaði mikrofonina til Elin Brimheim Heinesen.

Elin Brimheim Heinesen bar fram røðu, har hon vísti á, at veðurlagsskeptikarar raka við síðuna av, tá teir rætta kritikkin móti Gretu Thunberg, svensa veðurlagsaktivistinum, sum herfyri helt røðu fyri ST leiðarum, og at veðurlagsskeptikarar heldur skulu lurta eftir veðurlagsserfrøðingum.

Næst á skránni var Bjørg Egholm, sum saman við níggju floksfeløgum hevur verið í veðurlagsverkfalli alla vikuna, og tey hava sostatt ikki verið í skúla. Skúlin hevði í byrjanini hildið lítið um veðurlagsverkfall teirra, segði Bjørg Egholm, sum helt, at tað skuldi í grundini verið skúlin, ið eggjaði teimum til at fara í verkfall heldur enn at seta seg upp ímóti.

Tjóðhild Patursson bar fram røðu, har hon vísti á, at tað er ikki upgáva hins einstaka at at tryggja eitt gott og sunt veðurlag, men at tað eru landsins myndugleikar, ið eiga at bera so í bandi.

Við hasjtagginum #Brøla eggjaði hon áhoyrarunum til at leggja myndir út á sosialar miðlar, hvørja teir fanga seg sjálvar í at hava nýtt eina vøru, ið ikki er at meta sum góð fyri umhvørvið - hetta fyri at varpa ljós á, at tað er ikki teirra uppgáva at ansa eftir dálkandi vørum, men myndugleikans.

Tað tók ikki leingi, áðrenn ein framligur ungur maður trein fram fyri fólkamongdina og tók eina selfie við einari plastfløsku og legði tað út á instagram við hasjtagginum #Brøla.

Eftir røðurnar var mikrofonin opin, og fleiri ung - eisini blaðung - nýttu høvið at greiða áhoyrarunum frá, hvørji umhvørvismál høvdu teirra áhuga, og hvørjar loysnir tey hildu vera bestar.

Fleiri myndir frá veðurlagsverkfallinum eru at síggja niðan fyri

##ms##