Tað verður sagt av mongum, at grønur vøkstur er svarið uppá trupulleikarnar av veðurlagsbroytingunum, og grønur vøkstur verður eisini loysnin á núverandi búskaparkreppu. Altjóða marknaðurin krevur umhvørvisvinarliga og burðardygga framleiðslu, og tí er cleantech bæði umhvørvisliga og samfelagsliga rætta leiðin og ein stórur vinnuligur møguleiki, sum kann geva eitt munagott íkast til føroyska búskapin.
Ein ætlan frameftir merkir, at vit tosa um hálva til heila milliard í útflutningi við rímiliga góðum avkasti - og væl hægri avkasti, enn mangt av tí, vit framleiða í dag. Ein ætlan frameftir merkir eisini, at tað er vitanarstarvsfólk, sum skulu manna bulin í arbeiðinum í Føroyum. Í hesum høpi er ikki nóg mikið at seta spurnartekin við, hvat okkara tilverugrundarlag skal verða. Høvuðsspurningurin er hvat Føroyar eru fyri restina av heiminum!
Føroyskir møguleikar
Møguleikarnir fevna víða – frá nýskapandi og vitunartungum virksemi, sum t.d. gransking og optimeringar í burðardyggum arbeiðsháttum, men møguleikar liggja eisini í at gagnnýta verandi íløgur í einum cleantech høpi.
Vit granska í at finna út av, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka fiskastovnar og hvussu t.d pelagiski fiskastovnurin broytir sína gongd orsaka av broyttum havstreymum. Føroyskir granskarar eru altjóða viðurkendir innan hetta øki, og hetta hevur týdning fyri okkara krav um fiskiríkidømi í havinum.
Men vit kunnu eisini menna burðadygga fiskiveiðutøkni og fiskiveiðu umsiting. Somuleiðis kunnu vit menna okkara biotøkni, so vit gagnnýta okkara fiskaúrdráttir enn betri, enn vit gera í dag.
Vit liggja mitt í millum Arktis og Europa og millum NorðurAmeriku og Europa. Vit hava eitt stórt sjóøki, sum eisini inniber nógvar møguleikar fyri CO2 upptøku og burðardyggari orkuframleiðslu innan biofuel úr tara, aldu, streymorku o.o.
Vit kunnu eisini bjóða okkum fram í samband við nýggjar farleiðir tvørtur um Norðpólin. Í heila tikið fer virksemi í Arktisk at økjast nógv – m.a. tí mett verður, at stórar nøgdir av olju og gassi eru í økinum. Alskyns lógar-, umhvørvis og trygdarspurningar eru knýttir at slíkum virksemi. Vit eru einasta land, sum liggur tætt uppá arktiska øki, men sum tó ikki hevur nakað beinleiðis krav uppá tað. Hetta kann geva okkum ein leiklut sum óheft samráðingarstað í framtíðini – eitt slag av Svetis í Norðuratlantshavi.
Vit kunnu gerast rættuliga áhugaverd sum miðdepil fyri martimari cleantech, um vit duga at brúka møguleikar sum eru nú.
Miðdepil í tí trans-atlantiska
Vit eiga at síggja transatlantiska øki í norðuratlantshavi sum okkara arbeiðsøki. Vit eiga at fata okkum sum partur av einum sokallað ”cluster” ella vinnutyssi innan maritimt cleantech, sum røkkur frá eysturstrondini av Norðurameriku til Norðueuropa. Nakað á sama hátt sum Stavanger og Aberdeen eru eitt vinnutyssi innan oljuvinnuna, sum Keypmannahavn er tað innan biotøkni í Skandinavia ella sum navnframa Silicon Valley í California. Vit kunnu bjóða okkum fram við stigtakan og skipan av samstarvið millum fyritøkur og granskingarstovnar innan maritimt cleantech í hesum økinum.
Tað eru fleiri, sum vilja bjóða seg fram í hesum leiklutinum, men vit hava í Føroyum tikið fyrstu fetini á hesi leið við nøkrum átøkum, sum eru fyriskipaði seinasta hálvtannað árið. Á várið 2008 fyriskipaðu vit TransAtlantic Climate Conference við Al Gore sum høvuðustalara. Í framhald av hesum fór verkætlanin TACIT ígongd, og henda hevur seinni broytt navn til BlueGreenFuture. Í oktober fyriskipaði BlueGreenFuture eina workshop á Kanadisku Sendistovuni í Keypmannahavn við luttøkum frá vinnu og granskingarstovunum úr 9 londum í hesum sama øki. Um tríggjar mánaðir vænta vit at taka stig til tey fyrstu 3-6 ítøkiligu prosjektini innan nýskapandi maritimt cleantech í tí transatlantiska økinum. So vit hava tikið eitt initiativ í Føroyum, vit eru í gongd, men vit skulu sjálvandi bera so í bandi, at vit eisini orka at halda fast um tað initiativ, sum vit nú hava tikið.
Búskaparligur vinningur
Altjóða granskingar- og menningarsamstarv kann samanberast við eitt samanskotsgildi. Øll koma víð sínum íkasti at seta á borið. Men um ein bara kemur við sínum góða matarlysti, so er man ikki vælkomin í longdini. Tí má Føroyar eisini geva sítt íkast, um man ynskir at verða parta av altjóða samstarvinum.
Vit eiga at leggja okkum eftir at virka innan tey øki, har sum vit hava serliga fyrimunir. Við støði í hesum raðfesta hvørji mál, vit vilja seta okkum. Harumframt at leggja sær eina strategi ella ætlan fyri hvat skal gerast komandi 5 árini fyri at náa málini. Og so halda seg til ætlanina, og ikki gevast í hálvum gekki.
Men vit hava bert ráð at arbeiða við slíkum, um tað skapar virðið fyri tey samfeløg, vit samstarva við.
Í longdini er vinningurin fyri føroyska samfelagið nógv størri enn kostnaðurin av slíkum samstarvið. Samfelagið vil mennast tí fleiri fólk vilja búgva her – eisini tey við hægri útbúgving. Vit fáa møguleika til at menna eitt altjóða lestrarumhvørvi fyri maritima cleantech. Tað vil kanska viðføra, at onkur altjóða vinnufyritøka hava áhuga í at leggja part av síni menningardeild her. Hyggja vit at okkara grannalondum, so mennast tey øki, sum megna at draga til sín og savna menningar- og vitanarvirksemi. Dømi í Noregi er Tromsø, Akureyri og Reykjavík í Íslandi. Hetta hevur eisini stóra ávirkan á mentunar- og handilslívið, sum gerst meira fjølbroytt.
Um vit megna gagnnýta vinnumøguleikar í kjalarvørrinum av veðurlagsbroytingunum, so eru avgjørt menningarmøguleikar fyri føroyska samfelagið.
Vit eru í gongd
Havandi í huga, at vit eru knapt 50.000 borgarar, hava vit í Føroyum rættiliga nógvar ætlanir, sum eru komnar væl áleiðis Tað er umráðandi at allir partar eftir førimuni dugna teimum prosjektum, sum eru komin áleiðis, tí nýggj prosjekt hava eitt sikti uppá 5-10 ár, og tað er krevjandi tilgongd – frá at fáa fígging til menning og til at koma út á altjóða marknaðin at selja.
Vit kunnu eisini staðfesta, at íverksetarar og íleggjarar í Føroyum hava funnið saman um ítøkilig nýskapandi prosjektir. Somuleiðis hava vinnufeløg og granskingarumhvørvið víst vilja og treysti til at ganga nýggjar leiðir innan altjóða samstarv innan gransking og menning, t.d. við verkætlanin BlueGreenFuture.
Altjóða samstarv?
Okkara royndir vísa eisini, at útlendskir fíggingarmøguleikar innan ES og Norðurlandaráðið gera sín part - tað er okkum, tað stendur á.
Um vit hyggja at teimum granskingar- og menningarprosjektum, sum ES biðjur um í 7. rammuskránni við umsóknarfreist í januar 2010, so fevna hesi um meira enn 100 ymisk prosjektir. Av hesum vil eg meta 10 sum viðkomandi fyri Føroyar í einum transatlantiskum cleantech høpi. Tilsamans vil ES brúka uml. 500 mió. DKK til hesar 10 verkætlanir. Hugsa vit, at føroyingar luttaka í øllum 10 prosjektunum, og at hesi prosjekt verða mett nóg dygdargóð til at fáa fígging, so er ein meting, at um 60 mió. Kr. høvdu fallið føroyskari gransking og menning í lut. Men tað skal í sama viðfangi sigast, at hetta krevur, at føroyskir partar hava førleikan at verða við í kappingni um at fáa slíka fígging, og at føroysk viðfígging er tøk. Hóskandi kundi verið at sett skjøtul á hesa førleikamenning við at byrja við teim prosjektum, sum ES longu hevur játtað stuðul til í Føroyum.
Fyri føroyska vinnumenningin hevur hetta týdning, føroysk átøk fáa møguleika at koma við í altjóða samstørv, bæði um menning og um at røkka marknaðum. Harumframt vilja vit skapa virðir fyri samfeløgini í økini, tí at fyritøkur og granskingarstovnar koma at samstarva um ítøkiligar verkætlanir innan fiskiveiðutøkni, sjóvinnuflutning og varandi orkuframleiðslu. Áhugi verður helst eisini fyri hesum loysnum í restini av heiminum, sum hava tørv á maritimum cleantech loysnum.
Møguleikin er nú
Hetta kann samanberast við eina kapprenning, og nógv vilja á hesa rennubreytina. Vit eru á rennibreytuni og hava tikið fystu fetini. Harumframt er neyðugt, at tað almenna tekur við síni ábyrgd í tí menningargongd, sum skal fara fram. Tað er tvingandi neyðugt, at tað almenna og privata finnan saman um samstarv um teir ófatiligu møguleikar, sum liggja fyri framman. Føroyar kunnu geva sítt íkast til at bøta um alheims veðurlagsbroytingar, og samstundis skapa framburð fyri okkara egna samfelag.
Vit skulu verða skjót og fim. Um vit eru tað, so eri eg sannførdur um, at vit megna at taka við teimum møguleikum, sum vit hava áhuga í. Hinvegin - um vit eru seinfør og klossut, so verða vit afturúrsilgd.
Men møguleikarnir liggja beint frammanfyri okkum, og teir eu av alskins slagi: Maritimt cleantech kann gerast ein sera týðandi vinnugrein í Føroyum um 10 ár, men sum við øllum øðrum, so skal ein miðvís satsing til – íløgur skulu raðfestast og gerast, tí einki kemur av ongum – heldur ikki í hesum førinum.
Men vit skulu verða greið yvir, at okkara havumhvørvi er blivið attraktivt og áhugavert - vit eru eksotisk og ein veruligur íløgumøguleiki. Hetta er ein vegur inn í vitunarsamfelagið, har vit brúka okkara landafrøðiligu støðu og vitan um havið, og okkara mentunarligu og vinnuligu royndir í maritimum umhvørvinum, til at skapa virðir fyri onnur, sum ongantíð áður.
Boðskapurin er, at stórir vinnumøguleikar eru innan maritimt cleantech. Føroyar kunnu verða miðdepil í einum transatlantiskum cleantech vinnutyssi og vit hava tikið fyrstu stigini – men nú má ferð setast á.
?
Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland og samskipari av BlueGreenFuture