Veðurlagsbroytingar í føroyskum politikki

Tíðargrein:

Í hesum døgum fer fram ein stór ráðstevna í Keypmannahavn. Veðurlagið í heimunum er til viðgerðar. Íbúgvar jarðarinnar óttast fyri framtíðini, og tey ráðandi halda seg kunna »samtykkja« eina broyting í veðurlagnum.


Helst er tað rætt, at vit uppliva klimaboytingar, men um tær eru av mannaávum ella skaparaávum, er helst ikki lætt at avgera.
Men samstundis sum ein verður fylltur við tíðindum í fjølmiðlunum um CO2 og onnur fyribrigdi ber eisini til at fylgja eitt sindur við í føroyskum fjølmiðlum um hendingar í føroyska politiska umhvørvinum. Tað er so lætt at sita í frástøðu og eygleiða og halda eitt sindur hánt um tað, sum fyriferst og um tær avgerðir – ella mest vantandi avgerðir – sum tiknar verða ella ikki verða tiknar.
Vanliga eri eg ikki stúrin, men eg merki ein ferðil av ræðslu, tá eg hugsi um, hvat tað kann enda við um politiski leikurin, sum nú fer fram skal halda áfram. Eitt er, at Føroyar hava ávísar búskaparligar trupulleikar - tað hava so gott sum øll lond í løtuni. Men tá politiski samgongumeirilutin skal gera síni inntriv, dettur alt sundur. Ósemja er um sjálva fíggjarlógina, ósemja er útbyggingar, til dømis av flogvøllinum, og ikki er nakað frægari í eygsjón frá hinum partinum av tinginum, sum ikki beinleiðis hevur stjórnarábyrgd.
Men fyri at koma aftur til veðurlagið. Seinastu tíðina haldi eg meg hóma eitt heilt annað politiskt veðurlag í Føroyum enn áður. Tað eg minnist mest var, at flokkarnir hvør sær høvdu síni sjónarmið og sínar støður. Gamaní kundi einstakir tingmenn vera meiri markantir enn aðrir bæði í yvirorðnaðum sjónarmiðum og í stríði fyri sínum valdømi, men tá samanum kom stóðu flokkarnir hvør sær rættiliga væl saman. Ofta – hóast ikki altíð - eydnaðist tí at fáa skipað burðardyggar stjórnir.
Men nú dettir alt sundur. Tað, sum fekk meg at skriva hetta, var at síggja og hoyra ein sambandstingmann »proklamera«, at hann tók seg úr arbeiðinum við fíggjarlógini fyri komandi ár. Síðani kemur floksformaður hansara, løgmaður, og kunnger, at tingmaðurin ikki skal møta í fíggjarnevndini til víðari viðgerð, men varamaður hansara tekur sæti og skal undirskriva álitið. Eitt tekin um upploysn. Um somu tíð, sum fíggjarlógin verður viðgjørd, er málið um útbygging av flogvøllinum í Vágum á breddanum. Og beinanvegin er eldur í. Einstakir tingmenn markera seg bæði á ein hátt og annan. Aftur einstakir tingmenn ímóti tí, sum flokkar teirra annars standa fyri. At so serstøðurnar vera væl frambornar av fjølmiðlunum skal ikki undirmetast.
Tað, sum eg hómi úti í politiska horisontinum, er, at føroyskur politikkur í staðin fyri hugsjónir og væl grundaði sjónarmið, í staðin kemur at snúgva seg um persónligar og populistiskar framførslur. Ein ella tveir tingmenn halda seg havi funnið ein frens, sum eitur niðurskurður av blokkinum fyri fleiri árum síðani. Onkur heldur seg kunna bjarga sínum poltiska lívi við at vera ímóti flogvøllinum í Vágum. Onkur skal leggja seg tvøran um fíggjarlógina. Nakrir einstaklingar vilja markera seg við at vera ímóti Sandoyartunnlinum. Og soleiðis kundi ein hildið fram.
Áður var tað soleiðis, at einstakir tingmenn vóru kendir fyri at berjast fyri sínum valdømi. Serliga teimum smærru. Hetta var gott og sunt og bygdi land. Nú hómast, at tingmenn eru vorðnir »antilokalir«. Nú skal tað berjast ímóti. Og hetta fer at standa við og versna. Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, og tí ber til at fáa sær okkurt mál, líka sum Cato á sinni. Ver ímóti Sandoyartunnlinum, ver ímóti tunnlum í Norðoyggjum, ver ímóti flogvøllinum í Vágum, so fært tú atkvøður aðrastaðni og verður hest vald(ur) næstu ferð. Líka mikið hvat flokkur tín annars stendur fyri. Og tað ringasta av øllum er, at um tú endar við at bróta við flokkin, so kanst tú eftir nýggju skipanini stilla upp uttanflokka. Bara tú rópar nóg hart (og hevur ein góðan spinndoktara) so kanst tú verða valdur kortini. Tá hetta verður veruleikin um eini tvey valskeið, tá vera tvey sløg av taparum: veljaraskarin og summir partar av landinum.
Tá vendist ikki aftur. Havið hetta í huga tit tingfólk, sum vónandi í hesi tingsetuni skulu viðgera uppskot um at venda aftur til gomlu valskipanina.