Veðrið ávirkar flogferðsluna

Flogferðslan til og frá Føroyum verður nú eisini merkt av veðrinum, og seinkingar eru í flogferðsluni so at siga í allan dag.

Komurnar higartil í morgun hava havt smærri seinkingar, og teirra millum var ein koma, ið skuldi verið frá Keypmannahavn í gjár, men sum ístaðin hevur verið í Bergen í nátt.

Væntandi vera fleiri komur út á seinnapartin eisini seinkaðar - upp í hálvan annan tíma - meðan kunning er ikki komin fyri komurnar í kvøld.

Allar fráferðirnar í morgun eru seinkaðar, og fráferðirnar klokkan 14:30 og 16:10 verða eisini seinkaðar.

Avlýsingar hava eisini verið hjá Strandferðsluni í gjár og í morgun, og Teistin misti onkran túr um Skopunarfjørð í gjár og í morgun. Strandferðslan hevur tó boðað frá, at Teistin siglir aftur av Gomlurætt kl. 11:45.