Tað er framvegis ikki lendandi í Vágum fyri veður, og tí mugu tey, sum skulu út at ferðast brynja seg við toli.
Einki flogfar er lent í dag, og heldur einki er farið úr Vágum enn.
Atlantic Airways sigur í tíðindaskrivi, flogfarið úr Keypmannahavn hevur verið yvir vøllinum eina løtu, men at tað bíðar eftir líkindum.
Sambært heimasíðu felagsins vera nýggj boð givin klokkan 11.00.