Veðrið tarnar eisini trolveiðini

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap, men eingin av teimum smáu trolbátunum er úti í løtuni.

- Fimm partrolarapør eru til fiskiskap. Tvey eru vestan fyri, og trý eru eystanfyri. Øll fiska upsa. Restin av partrolarunum liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veðrið batnar.  

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar nýliga eru byrjaðir túr, og tí vænta tey ikki, at teir koma inn at landa í næstu viku.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggj, verður lagt aftrat.  

 

Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara út aftur, tá veðrið batnar. Væntandi fara fleiri at royna eftir havtasku, og onkur fer norð um at royna eftir toski og hýsu.