Veðrið størsta mótstøðan hjá Ukreina

Ringa veðrið í Føroyum verður tað, sum Ukreina fær størstar trupulleikar av, tá Shevchenko, Voronin, Rebrov og restin av ukreinska hópinum koma á Svangaskarð í morgin, meta útlendskir fjølmiðlar

– Veðrið kann verða harðasta mótstøðan hjá Ukreina, skrivar journalisturin Igor Linnyk úr Kiev.
Jú, útlendskir fjølmiðlar gera nógv burturúr kavanum, sum hevur ligið á Svangaskarði seinastu dagarnar og skapt óvissu um, hvørt dysturin millum Føroyar og Ukreina skuldu spælast ella ikki.
Føroyar bóðu eisini UEFA um at flyta dystin til seinni í ár. Ein flyting av dystinum var treytað av eini samtykt frá øllum hinum londunum í bólkinum, og tað fingu Føroyar eisini. Men í gjárkvøldið var ein umboðsmaður frá UEFA í Føroyum og hugdi at vøllinum á Svangaskarði. Hesin umboðsmaður metti, at spælararnir ikki tóku skaða av at spæla á váta og bleyta vøllinum, og tískil staðfesti hann, at EM-undarkappingardysturin millum Føroyar og Ukreina skal spælast til ásettan dag og tíð.
– Eg hevði verið fegin, um dysturin varð útsettur, hevur Oleg Blokhin, venjarin hjá Ukreina, sagt við útlendskar fjølmiðlar í gjár, ið helst er skuffaður av avgerðini hjá UEFA-umboðsmanninum.
– Tað ringasta hjá okkum vildi verið, um vit fóru har (til Føroya, blðm.) og komu á vøllin, og dómarin síðani avgjørdi, at dysturin ikki skal spælast, sigur Oleg Blokhin.

Timburmenn og postmenn
Tað er ikki so nógv annars, sum útlendsku fjølmiðlarnir gera burtur úr dystinum millum Føroyar og Ukreina. Í okkara bólki eru tað sum vera man Frankaríki og Italia, ið eyguni eru vend ímóti. Og í upptaktini til komandi dystirnar hjá Frankaríki, sigur Paul Marshall hjá Soccernet soleiðis um Føroyar:
– Tað, sum Domenech hevur lært, av sigrinum á timburmonnunum og postmonnunum á Føroyum - burtursæð frá nøkrum “do-it-yourself” tippum og eina holla vitan til postverkið í einum fjarskotnum Norðurlendskum oyggjabólki - kundi hann allarhelst skrivað á baksíðuna á einum av føroysku frímerkjunum.