Eftir nøkur buldraslig og ógvuslig vikuskiftið, var endiliga eitt friðarligt í høvuðsstaðnum. Ikki so at skilja, at løgreglan hevur kett seg, men í mun til undanfarin vikuskifti, var lítið at gera.
Veðurskaðar
Onkrir smáskaðar á hús vóru kring landið. Serliga sunnumorgunin gjørdi nógvur vindur um seg, og í Hvalba høvdu tveir kjallarar fingið nakað av skaða orsaka av regninum, sum hevur verið.
Somuleiðis var tað í Hvalba, at ein hvirla tók tveir lítlar parkeraðar bussar, og gjørdi stóran skaða á teir.
Brotnir rútar
Av øðrum skaðum løgreglan hevur fingið fráboðan um, kunnu nevnast nakrir brotnir rútar í høvuðsstaðnum. Leygarnáttina hevði onkur hugnað sær við at bróta fýra rútar á Læraraskúlanum. Og somuleiðis hevði onkur stytt sær stundir í Magnus Heinasonargøtu, við at bróta tríggjar rútar á einum húsum.
Rúsdrekkakoyring og ferðsluóhapp
Eisini var tað leygarnáttina, at løgreglan tók ein fyri rúsdrekkakoyring. Viðkomandi varð tikin við oman á støðina, har ein blóðroynd varð tikin.
Løgreglan skrivaði eisini frágreiðing í samband við eitt annað ferðslumál í býnum leygarnáttina. Hetta var um 4-tíðina við Landavegin, har tveir bilar vóru rendir saman. Bilarnir báðir fóru rættiliga illa, men fólkini í bilunum sluppu øll snikkaleys – uttan ein, sum varð fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar.
Samanumtikið var farna vikuskiftið lutfalsliga friðarligt. Hetta eisini hóast jólafrokostarnir nú eru í hæddini. Á løgreglustøðini fegnast tey um, at so er, men samstundis ásanna tey, at ringa veðrið hevur spælt sín leiklut.
– Veðrið er okkara besti politistur, flennir vakthavandi á løgreglustøðini í morgun og sipar til, at tá tíma fólk ikki at ganga og vála í býnum, men heldur skunda sær heim, og tí er ikki so nógv rok í býnum eitt illveðurskvøld, sum tá veðrið er gott.