Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Leygardagin upp í andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Sunnudagin upp í ein strúk av landnyrðingi og kavaælingur. Hitin um frostmarkið.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1045 hPa. yvir Norður-Skandinavia fer spakuliga í landsynning. Ein hátrýstryggur haðani til Íslands verður yvir okkara leiðum teir fyrstu dagarnar.
Í dag:
Hátrýstið yvir Norður-Ruslandi fer spakuliga í landsynning og hátrýstryggurin til Íslands stendur við nakrar dagar enn.