Veðrarnir vóru eitt vónbrot í ár

Veðrasýning hevur verið í Hvalba, men teir vóru ikki serliga væl nøgdir við úrslitið

Veðrarnir í Hvalba eru ikki so vakrir í ár, sum teir annars hava verið tey seinastu árini.

Hetta máttu dómararnir ásanna, tá ið hvalbingar høvdu veðrasýning seinasta leygardag.

Tá ið dómararnir vóru lidnir at skoða veðrarnar, mátti tann eini dómarin, Petur Karl av Rana, staðfesta, at í ár vóru veðrarnir eitt vónbrot.

Hinir báðir dómararnir vóru Frits Poulsen úr Sumba og Ásmundur Bærendsen av Tvøroyri.

Petur Karl av Rana sigur, at í ár vóru bæði beinini og ullin vánaligari enn tey hava verið undanfarnu árini og tað dregur nógv frá, tá ið metast skal um ein veðr.

Hann sigur, at tað er ein stórur spurningur, hvussu tað ber til, at seyður kann broytast so nógv frá einum ári til annað.

Hann nevndi dømi um eitt lamb, sum hevði fingið úrvalsvirðisløn fyri alla Suðuroynna í fjør.

Síðani er tað broytt so nógv, at nú tað var við á veðrasýningini í ár, var tað við bit og slit, at tað fekk 2. virðisløn.

Kappast var í tveimum bólkum. Teir veturgomlu veðrarnir vóru í øðrum bólkinum og í hinum bólkinum vóru veðrar, sum vóru tvævetur og eldri.

Yvirhøvur vóru teir veturgomlu veðrarnir so vánaligir í ár, at av teimum veturgomlu veðrunum, sum vóru við á sýningini, var tað ongin, sum var mettur at vera nóg góður til at fáa 1. virðisløn.

Kortini fingu teir vakrastu veðrarnir steyp.

Eliesar Poulsen, sum skipar fyri veðrasýningunum, veit heldur ikki hví, at veðrarnir ikki eru so vakrir í ár.

?Tað vísir seg kanska, at veðrar, sum ganga á bleytari jørð í eini trøð, linka í afturbeinunum. Hinvegin vóru veðrarnir, sum komu úr feitilendi, nógv betri, tí teir hildu sær betri.

Annars vóru veðrarnir tyngri í ár, enn teir hava verið fyrr. Fleiri vigaði nøkur og níti kilo, og heilt nógvir vigaði nøkur og 80 kilo.

?Hetta sigur okkum, at hóast tað hevur verið óvanliga turt, so hevur grasið verið gott.


Somu ganga aftur

Hetta er sjeyndu ferðina, at skipað er fyri veðrasýning í Hvalba. Øll árini, uttan tað fyrsta árið, er virsðisløn eisini latin fyri tann tyngsta veðrin.

Og hóast støðið í ár var lægri, enn tað hevur verið seinastu árini, so vísti tað seg, at tá ið virðislønirnar skulu latast, eru tað sum heild somu menn, sum ganga aftur ár undan árið.

? Tvs, at tað eru summir menn, sum gera sær størri ómak við seyðinum enn aðrir, staðfesti Petur Karl av Rana.

Hermundur Hentze fekk virðisløn fyri at hava tann tyngsta veðrin.

Tað virðislønina hevur hann fingið hvørt einasta ár, síðani teir fóru at lata virðisløn fyri tyngsta veðr.

Men í ár vigaði veðrurin kortini eitt sindur minni, enn hann hevur gjørt seinastu árini.

Í 1998 vigaði hann 98 kilo, í fjør vigaði hann 97 kilo og í ár vigaði hann 95 kilo.

Eliesar Poulsen fekk sjálvur steyp fyri at hava tann vakrasta veturgamla veðrin av teimum, sum vóru.

Hann var 79 sentimetrar høgur, bróstmálið var 98 sentimetrar og hann var 18 sentimetrar um mjóryggin.

Steyp fyri næstvakrasta veðrin fekk Jósvein Ellendersen, tað fekk hann fyri áðurnevnda veðrin, sum fekk úrvalsvirðisløn sum lamb í fjør.

Steyp fyri triðvakrasta veðrin fekk Vilmund Michelsen, sum eisini eigur ein hóp av steypum á hyllini frá sýningunum, sum hava verið árini frammanundan.

Av teimum veðrunum, sum vóru tvævetur og eldri, fekk Vilmund Michelsen bæði steyp fyri tann vakrasta og tann næstvakrasta.

Tann vakrasti var 86 sentimetrar høgur, bróstmálið var 110 sentimetrar og hann var 20 sentimetrar um mjóryggin.

Steypið fyri tann triðvakrasta veðrin fekk Eliesar Poulsen.

Tilsamans vóru 43 veðrar við á sýningini. Av teimum vóru 11 veðrar tvævtur og eldri.


Dygdin hækkað

Annars sigur Eliesar Poulsen, at yvirhøvur er dygdin á seyðinum nógv hækkað, síðani teir fóru í holt við sýningrnar fyri sjey árum síðani.

?Serliga hesi seinastu tvey, trý árini, er tað týðiligt, at tað sæst aftur, at menn eru farnir at vanda sær meiri um at fáa vakran seyð.

Annars er ætlanin at sýna lomb í Hvalba 4. november.

Men áðrenn tað verða eisini sýningar í Trongisvági, Í Hovi, í Porkeri, Í Vági og á Tvøroyri.