Veðrahorn sum tjóðarljóðføri

Týskvøldið var næmingakonsert í Vágs Skúla og tað sermerkta er, at næmingarnir bert hava vant í ein mánað, men tó var úrslitið gott. Til stórt bilsni fyri áhoyrarar var eisini samanspæl á veðrahorn og kanska er við hesum nýtt tjóðarljóðføri uppfunnið. Tað sigst, at Sunnleif Rasmussen nú skrivar tónleik til hesi veðrahornini

 
Danin Ulf Nordlund hevur áralangar royndir sum undirvísari í tónleiki ymsastaðni í Norðurlondum. Hann hevur starvast í Klaksvík og er nú tónleikalærari í Suðuroynni.
                      Sermerkt er, at hann hevur ment ávísan framferðarhátt í undirvísingini og at úrslit skjótt spyrjast burturúr.
                      Hetta prógvaði næmingakonsertin í skúlanum í Vági týskvøldið eisini. Eftir bert einum mánað eru næmingarnir komnir eitt fitt petti innan horntónleik og blásturin gekk væl. Næmingarnir eru valdir út í 5. og 6. flokki og er hetta gjørt við serstakari hoyriroynd. Onnur áhugað sleppa tó eisini upp í part og Ulf kann fegnast um, at einki fráfall hevur verið, men at tað heldur legst afturat í orkesturhópinum.
                      Konsertin týskvøldið var fyri lærarum, foreldrum og øðrum avvarðandi og greitt var frá, hvat ætlanin er við hesum hornorkestrinum og hvat ætlanin er at spæla framyvir, so foreldur kunnu stuðla næmingunum heima. Og eingin beinleiðis loyna er tað, at stigtakarin fegin hevði sæð, at lunnar við hesum verða lagdir undir at stovna ? ella endurstovna ? hornorkestrið í Vági.
                      Tí heitir hann eisini á fyrrverandi leikarar um at koma við hornum, ið tey møguliga hava við hús, og geva børnunum tey, so eitt nýtt ættarlið fær møguleika at taka við og byrja hornblásturin av nýggjum í Vági. Og er tað so, at onkur, t.d. fyritøkur,  hevur hug at stuðla við at lata ljóðføri, so ongantíð betri, sigur Ulf Nordlund, sum í so máta hevur góðar royndir úr Klaksvík.
 
Veðrahorn
Millum børnini, nýggju hornblásararnar, sótu eisini meira royndir blásarar, ið stuðlaðu væl undir. Hesir eru samstundis manning í eini nýstovnaðari hornsekstett. Manningin er Tróndur Enni, cornett, Brandur Enni, cornett, Ulf Nordlund, valdhorn, Jens Knudsen, trombone, Wilhelm Meyerm Tuba og Jónas Jeppesen, trummur.
                      Hesir spældu eisini  og at enda var eitt ?surprise? á skránni. Tá tóku teir serliga tilgjørd veðrahorn fram og vístu, at ein uttan hóvasták kann spæla á hesi. Verulig munnstykki eru sett í og so ber væl til at leika á veðrahornini. Næmingarnir fingu eisini hvør sítt horn og sluppu at royna hesa nýggju grein innan hornblástur. Ein grein, ið gevur horntónleiki nýggjan og meira føroyskan týdning og kanska er við hesum tjóðarljóðføri føroyinga uppfunnið.
                       Samband hevur í øllum førum verið millum Ulf Nordlund og Sunnleif Rasmussen og tónaskaldið sigst vera áhugað í at skrivað verk til veðrahornini og møguliga verður hesin tónleikur at hoyra, tá farið verður um nýggjársgátt