VB vendi dystinum

Sandoyingar vóru á odda stóran part av dystinum móti VB, men tá 90 minuttir vóru leiktir, høvdu vágbingar kortini tryggjað sær stigini

 

B71-VB 1-3 (1-0)


Fótbóltur


Vágbingar vóru favorittar, tá teir sunnudagin fóru til Sands, har útidysturin móti B71 stóð á skránni. Ikki minst eftir ruddiliga sigurin á NSÍ fyri viku síðani, har tað mest sum var staðfest, at nú høvdu meistararnir aftur fingið ferð á spælið.

Hóast hetta, so mundu gestirnir ikki taka sær av løttum, tí júst B71 var eitt av bert tveimum liðum, sum í fjør megnaði at knógva vágbingum.


B71 kundi økt

Eftir fyrstu trý korterini kundi eisini verið líkt til, at sandoyingar aftur í ár kundu gera okkurt við vágbingarnar. B71 var tá á odda, og hóast VB eisini royndi at trýsta, so hevði ikki eydnast teimum at javna leiðsluna, sum Kári Reynheim hevði givið heimaliðnum.

Leiðslumálið kom tíðliga í dystinum. Eitt innlegg slapp at ferðast aftur til handaru stong, har leikandi venjarin at kalla ótarnaður kundi stúta bóltin í netið.

Eftir hetta, so hevði heimaliðið eina løtu tamarhald á, tó at VB, sum nevnt, eisini royndi at trýsta. Vágbingar høvdu eisini møguleikar, men heimaliðið hevði gyltan møguleika at økja um leiðsluna, men úr sjey metrum eydnaðist ikki Julian Florescu at beina bóltin í kassan.


VB trýsti heimaliðið

Fram móti endanum av fyrra hálvleiki lat heimaliðið seg trýsta longur aftur á vøllin, og hendan gongdin helt eisini fram í seinna hálvleiki.

Tíggju minuttir eftir at hol varð sett á seinna umfarið, eydnaðist eisini vágbingum at javna, og bert tríggjar minuttir seinni høvdu teir lagt seg á odda.

Fyrra málið kom, eftir at Birgir Jørgensen og Tórður Holm spældu bandaspæl, so Birgir at enda gjørdist leysur, og kundi senda bóltin í kassan. Seinnu ferðina var Predrag Zivkovic upp á spæl, tá hann fann ein leysan Jón Paula Olsen, og nú vóru tað brádliga vágbingar, sum stóðu við bestu kortunum.

Tað eydnaðist ongan tíð veruliga hjá heimaliðnum at koma aftur í aftur dystin, og fram móti endanum kundi leikandi venjarin, Krzyztof Popczynski, staðfesta sigurin, eftir at Tórður Holm hevði havt næst seinasta fótin á.


Skulu tora

Við sigrinum helt VB sostatt fast um tað, sum líkist einari ætlan um heiðursmerki, og ikki minst munnu teir báðir seinastu sigrarnir kennast fløvandi, eftir at liðið annars hevði tapt tríggjar dystir á rað. Orsøkirnar eru kanska fleiri, og millum annað hevur liðið nú ikki skaðar at dragast við, eins og leikbann ikki hava gjørt seg galdandi hesar báðar dystirnar.

Sum skiltist á vágbingunum, so mundi størsta orsøkin kanska vera tann, at liðið nú veruliga er farið at stríðast aftur. Í fleiri dystum í fjør var júst stríðsviljin avgerandi faktorurin, og tí frøast teir ivaleyst um, at hugburðurin til uppgávuna nú aftur tykist at vera hin rætti.

Fyri sandoyingar mundi tað hinvegin kennast hugstoytt, at teir aftur mistu eina leiðslu. Hetta hevur fleiri ferðir verið galdandi tey bæði seinastu árini, og ivaleyst er her talan um ein sálarligan trupulleika.

Innan ítróttarsálarfrøði verður ofta tosa um hugtakið »at tora at vinna« og ivaleyst er tað eisini hetta, sum sandoyingar skulu læra. Spurningurin er so bara, hvussu dýrur lærupeningurin verður við hesum, tí á næstniðasta sessinum eru ikki ráð ella stundir at bíða alt ov leingi eftir næsta sigrinum.


Dysturin í tølum

B71-VB 1-3 (1-0)

1-0: Kári Reynheim 4

1-1: Birgir Jørgensen 55

1-2: Jón Pauli Olsen 58

1-3: Kristof Popczynski 88


Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


B71: Valdemar Nowicki ? Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker ? Hans Jørgen Djurhuus Eli Hentze, Jón Brekku, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson ? Kari Reynheim, Kári Nielsen

VB: Bjarni Johansen? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Jóan Pauli Olsen, Marek Vierbicki, Michael í Lágabø, Krzyztof Popczynski, Palli Augustinussen ? Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz