Stjørnan-VB 27-23 (10-10)
VB vísti í Klaksvík, at tær væl kunnu verða boysnar hjá hinum liðunum í vetur.
Fyrr í heyst vunnu tær á Stjørnuni, og hóast avrikini hava verið misjøvn síðani, so vístu tær eisini tenn í Klaksvík.
Við Gurið Mortensen og Christinu Holm aftur á liðnum er breiddin munandi størri, enn hon hevur verið, og saman við eini stórspælandi Daivu Toumaite góvu tær eisini Stjørnuni stórar trupulleikar.
Fyrstu løtuna eftir steðgin punkteraðu vertirnir tó dystin við fimm málum á rað, og tann munin vann VB ongan tíð aftur.
Fyri heimaliðið skoraði Simona Petersen 16 av málunum. Daiva Toumaite skoraði 14 mál fyri VB.










