Vágbingar hava ikki tapt í teimum báðum landskappingardystunum á útivølli ? teir vunnu í Sumba og spældu javnt í Klaksvík ? og tá teir far í Gundadal at spæla móti HB, er tað við tí í huganum, at teir skulu fáa øll stigini:
? Í útgangsstøðuni skal liðið, sum eg havi ábyrgdina av, altíð leypa á, og eg haldi, at VB liðið í ár, hevur so framrættaðar dygdir, at tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa spælið at ganga fyri seg í okkara álopsparti.
Tað sigur VB venjarin, Krzysxtof Popczynski, sum hevur allar spælararnar tøkar til havnarferðina. VB hevur ofta staðið seg væl í Gundadali móti HB, men teir hava ikki fingið stig síðani 1997, tá teir vunnu 2?1.
At VB fleiri ferðir hevur havt takið á HB í Gundadali, kann liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, skriva undir uppá. Áðrenn hann í 1993 fór at spæla við HB, var hann fleiri ferðir við til at vinna í Gundadali.
? Eg minnist serliga væl, tá vit í 1989 vunnu 4?0, og í 1991 haldi eg, at vit vunnu 2?1.
Rúni Nolsøe hevur ikki sæð besta liðið hjá barndómsfelagnum spæla í ár, men út frá manningini ivast hann ikki í, at teir hava eitt gott lið:
? Vit hava virðing fyri teimum, men sjálvandi er tað týdningarmikið hjá okkum at fáa trý stig á heimavølli. Vit eru við at spæla eitt nýtt lið saman, og higartil hevur tað gingið hampuliga væl.
HB hevði frí síðsta vikuskifti. Bárður Mortansson og rumenski miðvallarin Gigi eru komnir fyri seg aftur, meðan Jón Rói Jacobsen framvegis er skaddur.