VB tók av møguleikanum

Í einum spennandi dysti í Ítróttarhøllini á Hálsi vóru vágskvinnurnar tað lítla pettið kaldari, sum gjørdi, at tær aftur hesa ferð fingu fulla úrtøku

Kvinnuhondbóltur

VB er framvegis oddaliðið í bestu føroysku kvinnudeildini í hondbólti, og enn hava tær fult stigatal. Somikið einføld er niðurstøðan eftir dystin millum Kyndil og VB.
Tað varð annars tosað um undan dystinum, at hetta helst kundi gerast ein av teimum heilt truplu hjá VB, og tó at hetta eisini helt stikk í so máta, so megnaðu tær enn einaferð at fáa fulla úrtøku.

Tað tóktist annars longu frá byrjan greitt, at VB undir ongum umstøðum skuldi rokna við nøkrum løttum dysti. Kyndil hevði veruliga gjørt seg til, nú oddaliðið kom á vitjan. Í mun til tapið fyri Tjaldrinum v´rou bæði Annika Ljósstein og Annika Thomsen nú aftur tøkar ? hóast hetta ikki var upprunaliga ætlanin ? og so hevði liði ðnú loksins fingið jugoslavisku Sonju Smiljic til landið.
Hjá VB var støðan hinvegin tann sama, sum hon var fyri einari viku síðani. Arnleyg Hjelm er framvegis ikki tøk, og tað merkir so, at størri partur av byrðuni verður løgd á aðrar leikarar. Eitt nú á Mary og Eyðbritt Krosslá, sum annars als ikki høvdu ætlanir um at spæla í ár.
Og tað var eisini Kyndil, sum setti dagsskránna fyrstu løtuna. Kanska var spælið eitt sindur trilvandi hjá báðum pørtum fyrstu løtuna. Liðini tóktust hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og størsti denturin varð lagdur á verjuspælið, fyri síðani at dúva upp á kontra, og hesum hevði VB betri hepni við, men tá glið so kom á spælið, so var tað Kyndil, sum legði fyri. Kanska spældi liðið sínar bestu tíggju minuttir í ár miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og fýra mál á rað togaðu tær fram um VB, áðrenn eitt time-out frá beinkninum fekk oddaliðið upp aftur á rættkjøl.
Og so byrjaði VB aftur at toga. Eins og tað hevur verið gjørt í hinum dystunum, so vóru tað serliga tær báðar, Daiva og Reda, sum spælið koyrdi uppá, men hóast hesar vóru alt-dominerandi í málskjótingini, so hoyrir tað eisini við til søguna, at hinar á liðnum hildu seg 100% til avráddu spæliætlanina. Gjøgnumbrotini vóru nógv í tali, og var tað ikki fyri eina sera væl leikandi Fríðu Petersen í málinum, so var VB leiðslan helst væl meira enn tey trý málini, sum vóru á muni í steðginum.

Loynivápnið mundi riggað
Í seinna hálvleiki var leingi líkt til, at nú skuldi VB koyra sigurin heim uttan stórvegis toks. Kyndil royndi nú í størrio mun at ansa eftir teimum báðum útlendsku, men tað var misjavnt, hvussu væl hetta eydnaðist. Ikki minst tí Reda men teljast millum gjøgnumbrotssterkastu leikararnar í landinum, eins og Daiva hevur eitt sera lúmskt skot. Heldur ikki tá tær eina løtu vóru tvær í yvirtali megnaði Kyndil at seta nóg nógv trýst á, og so við og við fánaði dirvið, sum annars tóktist stórt fyrstu løtuna eftir steðgin.
Javnt og samt økti VB um minin, og tá hálvleikurin var um at vera hálvrunnin, tóktist alt mest sum avgjørt, men so gjørdi Kyndils-venjarin av at nýta sítt seinasta vápn.
Jugoslaviska Sonja Smiljic kundi helst ynskt sær eina betri byrjan upp á Føroya-ferð sína, enn hana hon fekk um Leirvíksfjørð sunnumorgunin, men hóast hetta, so sýndi hon mest sum alt fyri eitt, at hon helst fer at gerast góður fongur hjá Kyndli. Tríggjar ferðir á rað sendi hon bóltin í meskarnar, og so var Kyndil brádliga við aftur í dystinum.
VB royndi tó at svara aftur, men spenningurin vardi allan dystin. Fimm minuttir fyri leiklok hevði Kyndil minkað niður í eitt mál. VB svaraði aftur, men tá Reda so fekk reyða kortið fyri at hava provokera dómaran, sá brádliga svart út, men jús tí røttu løtuni progvaði hin Daiva akkurát hvat málverjar eru til fyri. Fram til tá hevði hon eins og vant staðið ein góðan dyst, men tá tað so veruliga stóð á, togaði hon veruliga stórspælið fram. Tvey brotskøst á rað vórðu brend frá Kyndli, umframt at aðrar bjargingar vórðu togaðar fram, og so gjørdi tað hóast alt einki, at VB ikki skoraði hesar tríggjar seinastu minuttirnar. Kyndil slapp ikki at teimum, og tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, var fagnaðurin skilligur. Enn ein trupul dystur hevði kastað fult av sær, og framvegis er VB á odda við fullum stigatali.

Týðandi dygdir
Og tað er sumt, sum bendir á, at VB í ár ætlar sær at roynast drúgvari á tindinum, enn tær ofta hava gjørt áður. Stríðsviljan hava tær altíð havt, og hann er einki minkaður í so máta.
At tær framvegis megna ferðmiklan kontrahondbólt ? sum ofta hevur verið teirra vørumerki ? fekk Kyndil so sanniliga eisini at kenna, og so tykist liðið í ár at hava funnnið júst tann týdningarmikla neyvleikan í avgerndi løtunum. Júst hesin eginleiki hevur annars verið nakað, sum VB hevur saknað seinnu árini, har liðið mest sum hvørja ferð dróg styttra stráðið í jøvnum uppgerðum. Nú tykist vent í so máta. VÍF, Neistin og Kyndil eru øll koppað í tøttum dystum, har seinastu løturnar hava verið avgerandi. Ein dygd, sum kann vísa seg at verða gull verd, men enn er kanska dekan ov tíðliga at staðfesta slíkt. Fyri fyrst ræður tað dystin móti StIF, har VB má vera Redu fyri uttan, men við vanliga stríðsviljanum hjá liðnum, so er hendan forðingin heldur ikki nakað, sum kann ræða.

Dysturin í tølum:
Kyndil-VB 25-27 (12-15):
Málskjúttar:
Kyndil:
Ileana Manolescu 5, Heidi Maria Akselsen 5, Lotte Sørensen 5(2), Sonja Smiljic 3, Annika Thomsen 3, Marjun Tróndarson 2, Ann Hansen 2
VB: Daiva Toumaite 13(3), Reda Kurkaliskiene(1) 10, Laila Jespersen 2, Eyðbritt Krosslá 1, Eydis Kjærbo 1
Brotskøst: Kyndil 5, VB 7
Útvísingar: Kyndil 3, VB 5
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen