VB/Sumba væl á veg upp

Samstundis sum VB/Sumba er á veg upp, stendur kappingin um hitt uppflytingarplássið millum B71 og TB. Í hinum endanum er mest merkisvert í løtuni, at FC Hoyvík sær út til at vera í fríum falli

FÓTBÓLTUR

 

Ikki kann sigast annað, enn at VB/Sumba við sjeymíla ferð er á veg upp í Vodafonedeildina. Nú 23 umfør eru farin, er suðuroyarliðið seks stig framman fyri HB, sum kortini ikki kann flyta upp, og sjey stig framman fyri næsta veruliga kappingarneytan, sum er B71, ið aftur er tvey stig framman fyri TB, ið somuleiðis er uppflytingarkandidatur.

Um vikuskiftið gjørdi VB/Sumba á útivølli rættiliga bart ímóti FC Hoyvík, sum eitt skifti fyrr í summar var á odda í næstbestu mansdeildini, men ikki megnaði at halda sær har. Tvørturímóti var 0-6 stórtapið fyri VB/Sumba enn ein undirstriking av, at gamla Fram er í fríum falli. Gamaní, er tað kanska ov tíðliga hjá FC Hoyvík at flyta upp, men fyri tað skuldi ikki verið neyðugt at flutt niður!

Stigatalvan lýgur ongantíð, og eftir at Skála suðuri á Sevmýri gav TB ein 4-0 kjaftfisk, ið kostaði landsins elsta felag møguleikan at sleppa fram um B71, ið setti stig til í Gøtu leygardagin, er FC Hoyvík altso dottið niður um niðurflytingarstrikuna, har Skála annars hevur hildið til, líka til nú.

Ein javnleikur á útivølli ímóti Víkingi, er annars ikki eitt úrslit, ið rættiliga ger B71 til eitt lið, ið sær út til at vera á veg uppeftir, men hinvegin er tað tað, stigatalvan fortelur okkum í løtuni. Og í kappingini við TB sær B71 út til at hava meira upp á hjarta. Sum tað sær út nú, er B71 eitt nógv betri uppflytingarboð enn TB, ið enntá hevur tapt fyri MB, ið er suverenur botnproppur í deildini.

 

Botnstríð

Av teimum feløgunum í næstbestu deildini, ið eisini hava lið í Vodafonedeildini, hevur HB staðið seg nógv best. Stóran part av árinum hevur HB verið oddalið, og tað hevur ikki verið sørt, at júst tann sannroyndin hevur lagt trýst á liðini, ið liggja framvið at sleppa upp.

Hini fýra feløgini liggja nú øll í miðjuni, og hóast einki teirra er sloppið undan vandanum fyri at kunna flyta niður, so hava tey flestu teirra verið so nøkulunda støðug. B68 hevur verið tað av teimum, ið hevur staðið seg best, og eitt skifti blandaðu næstbestu toftamenninir seg eisini upp í toppin, men eru dragnaðir nakað í síðstuni.

Tey fýra umførini, ið eftir eru, verður tað tó mest ein spenningur um, hvør skal fylgja VB/Sumba upp, umframt at tað sjálvandi eisini verður spennandi at síggja, um FC Hoyvík kann fáa í lag ein endaspurt, ið lyftir liðið uppum aftur niðurflytingarstrikuna – og um so verður, verður tað eitt av teimum »næstbestu«, ið má svíða fyri tað.

MB, sum hevur verið niðast alt árið og bara hevur fingið átta stig burtur úr teimum 23 umførunum higartil, er longu fokið fyri fleiri umførum síðani. Men kortini er líkt til, at eitt vágalið tó verður í 1. deild næsta ár, tí 07 Vestur kann bæði koma niður og fara upp í deildina – eins og forrestin KÍ eisini kann tað…