Tað tykist ikki hilnast nakað serligt hjá 07 Vestur í Suðuroy. Í dag hava vágamenn fyri aðru ferð í ár verið í Suðuroy, og fyri aðru ferð eru teir sum av torvheiðum á veg norður um Suðuroyarfjørð.
VB/Sumba vann 1-0. Málið skoraði heimaliðið, tá ið lítið korter var farið. Málskjútti var Jón Krosslá Poulsen. Eftir langt útspark legði hann innfyri úr vinstru. Dan Djurhuus leyp upp um bóltin og snýtti harvið mótstøðumenninar, sum sóu bóltin rulla í málið.
07 Vestur hevði í 2. hálvleiki fríska lotið undan, men hóast teir royndu at trýsta, so eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri VB/Sumba formannin og málverjan Bjarna Johansen.
Heimasigurin ber við sær, at VB/Sumba nú er fýra stig frammanfyri 07 Vestur.