VB/Sumba aftur á odda

Við sigri á HB vann VB/Sumba oddasessin aftur frá havnarfelagnum, ið hevur uppflytingarkandidatarnar úr B71 og TB undir liðini á sær á stigatalvuni

FÓTBÓLTUR

 

Framvegis er ikki til at siga, hvørji lið verða uppflytarar úr 1. deild hjá monnum, tí har er ein nokk so jøvn kapping millum trý. VB/Sumba sær út til at hava bestu kortini á hondini og er eisini á odda, men ikki eru meira enn tvey stig niður til B71 og TB, ið eisini ætla at vinna sær uppflyting.

Merkisvert er, at HB støðugt blandar seg millum tey fremstu, eins og bæði B68, NSÍ og næstan eisini Víkingur liggja í nánd av toppinum, tí hetta eru alt lið hjá feløgunum, sum frammanundan eru umboðað í Vodafonedeildini, enntá millum tey allarfremstu har.

FC Hoyvík, sum eitt skifti var á odda, er dragnað nokk so fitt, men kann enn blanda seg, meðan niðurflytararnir av Skála spakuliga eru í ferð við at nærkast miðjuni eftir ein slakan start. Niðast er MB, ið ikki sær út til at hava teir stóru møguleikarnar, tí heili 16 stig eru upp til eitt pláss oman fyri niðurflytingarstrikuna.

 

Málríkt í Suðuroy

Um vikuskiftið var enn eitt umfar í 1. deild, og her vístu suðuroyarfeløgini, VB/Sumba og TB, at tey í øllum førum eru ment at skjóta nógv mál, tí tey fingu fimm í part. Hinvegin eru verjurnar einki at reypa av, tí ímóti teimum fingu ávikavist HB og Víkingur trý og tvey mál.

VB/Sumba hevði heimavøll, tí HB ikki møtti til ein dyst suðuri í Vági í summar, og har stóð á gomlum nøglum. HB var á odda bæði 2-0 og 3-2, áðrenn tað eydnaðist VB/Sumba at seta seg á dystin og vinna.

Somuleiðis var TB aftanfyri bæði 0-1 og 1-2, sum eisini var hálvleiksstøðan á Sevmýri, áðrenn bilbukt fekst við Víking, ið at enda mátti lúta, tí TB vann heili 5-2.

 

Mest í fyrra hálvleiki

B71 vann á útivølli 1-0 á FC Hoyvík, men hevði bæði spæl og møguleikar til mangt slíkt. Og so kundi tað enntá endað heilt galið hjá sandoyingum, tí FC Hoyvík ímóti endanum hevði skot á yvirliggjaran!

B68 og Skála samdust um javnleik á Svangaskarði í einum jøvnum dysti, ið var hendingarríkari í fyrra hálvleiki enn seinna. Bæði málini komu fyri steðgin.

Og í Miðvági fór NSÍ avstað aftur við øllum, tá tað eydnaðist at vinna 2-1 í einum dysti, har gestirnir vóru omaná fyri steðgin, men vertirnir í seinna hálvleiki, tá teir millum annað rakt stongina í yvirtíðini.

 

 

 

MYNDATEKSTUR:

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir