<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Vár er í hondum og samstundis eitt spennandi fótbóltssummar. Týsdagin, á grækarismessu, skrivaðu VB og Suðuroyar sparikassi undir avtalu. Suðuroyar Sparikassi er høvuðsstuðul hjá VB, eins og mongu undanfarnu árini.
Og partarnir eru væl nøgdir við samstarvið, ið gongur mong ár aftur í tíðina.
VB var fyrsta felag, ið fekk sær ein høvuðsstul. Tað var, tá sum nú, Suðuroyar Sparikassi. Hetta var einaferð fyrst í sjeytiárunum.
Suðuroyar Sparikassi er flaggskip suðuroyinga, ið hevur víst, at tøk kunnu takast. Eisini í kreppuáunum.
Men Suðuroyar Sparikassi er í dag ikki bert kendur millum suðuroyingar. Í 1998 lat deild upp í Havn og ung og eldri kring alt landið hava konto í Suðuroya Sparikassa.
John Henrik Holm og Per Jacobsen eru væl nøgdir við avtaluna. Per Jacobsen, Suðuroya Sparikassi, sigur, at nú verður spennadi at vita, hvussu VB fer at standa seg í kappingini, ið av mongum er spádd at verða jøvn og spennandi í ár.
Vb eigur leikarar, ið hava verið í leikum áður. VB var føroyameistari í 2000 og spældi í fjør í Champions Leauge.
John Henrik Holm, formaður í VB, sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, at hava ein tryggan høvuðsstuðul.
Nýggir spælarar styrkja VB liðið í ár. Teir eru Slobodan Madzas, Nenad Zivanovic og Mortan úr Hørg.
<o:p></o:p>
(Greinin stóð í pappírsútgávuni av blaðnum í gjár-blðm.)