Kyndil-VB 21-23 (12-13
Tað var umráðandi hjá VB at vaska ósigurin í Vestmanna av sær, tá tær sunnudagin skuldu royna seg móti Kyndli. Ikki bara sálarliga hevði hetta týdning, men so sanniliga eisini á stigatalvuni, har Kyndil undan dystinum var á odda við tveimum stigum.
Stóð nógv á
Tað eydnaðist eisini VB at toga ein sigur í land, men í løtum stóð nógv á, og tað var ikki fyrr enn teir 60 minuttirnir vóru lidnir, at sigurin kundi kennast vísur.
VB var tó á odda allan dystin, men stórur var munurin ongantíð.
Hvussu stórur sigurin var, mundu tær hjá VB tó ikki leggja í eftir dystin. Tvey stig vóru tað týdningarmesta fyri teirra viðkomandi, og hesum málinum eydnaðist teimum eisini at røkka. Við hesum løgdu tær seg í øllum førum fram um í bronsustríðnum, sum longu nú tykist verða ein dystur millum Kyndil og VB, meðan VÍF og Stjørnan fara at dystast um, hvar gullmerkini skulu latast.
Ov nógvir feilir
Liðskiparin hjá Kyndli, Jórun Ludvig, helt eftir dystin sunnudagin, at tað vóru fleiri orsøkir til, at Kyndil mátti lúta fyri VB.
? Eg haldi at vit til tíðir spældu ein fínan dyst, men vit gera tað kortini sera torført fyri okkum sjálvar. Bæði tí vit gera ov nógvar tekniskar feilir, og eisini tí vit fáa ov nógvar útvísingar.
? Hetta ger, at vit alla tíðina noyðast at brúka kreftir fyri at koma aftur í aftur, og tá hetta so ongantíð rættiliga eydnaðist, so gjørdist tað ov tungt hjá okkum.
Har afturat, so stóð Guðrun ein sera góðan dyst í málinum, og í fleiri førum misnýttu vit møguleikar, sum eiga at geva mál, segði liðskaparin.
Ikki bara ringt
Hóast hon sostatt kanska iðraði seg um tapið, so dugdi Jórun væl at finna positivar lutir við avrikinum hjá Kyndli sunnudagin.
? Vit stríddust sera væl, og eisini í verjupartinum riggaði tað væl hjá okkum, tá vit fyrst vóru komnar upp á pláss, so enn er avgjørt ov tíðliga at missa móti upp á heiðursmerki hetta kappingarárið.
? Stóri trupulleikin hjá okkum er kanska, at hópurin er ov tunnur. Tað fólk, sum vit hava, er gott, men tað merkist ov væl, tá onkur leikari av einhvørjari orsøk er burtur frá. Harafturat er venjingarstøðan hjá okukm heldur ikki nóg góð, tí vit komu ov seint í gongd sammett við hini liðini.
Alt hetta vónar liðskiparin tó fer at batna, og tá Lotte Sørensen eisini verður tøk innan stutta tíð, fer Kyndilsliðið kanska at verða sær sjálvum meira likt komandi vikurnar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Jórun Ludvig 9(2), Signhild Petersen 7(2), Ann Hansen 3(1), Christina Holm 2
VB: Regina Radó 6(1), Gurið Mortensen 5, Sólrun Krossla 4, Rannvá Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 2, Andrea Lütz 2, Mary Krosslá 2
Brotskøst: Kyndil 5, VB 3
Útvísingar: Kyndil 6, VB 5
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Kristian Martin Skála