VB rann frá StÍF

Alt rapaði hjá StÍF í seinna hálvleiki, tá vágskvinnur rættiliga settu ferð á og skutu mál í hópatali

 

Tað var seinasta partin av dystinum, at vágskvinnur fullkomiliga runnu StÍF um koll. Uppflytararnir av Strondum og Skála høvdu ikki orku til at fylgja við sterka VB-liðnum seinna hálva tíman.

Í fyrra hálvleiki var lítil munur millum liðini. VB var fyri tað mesta á odda, men StÍF hekk alla tíðina í teimum. Onkra løtu var VB framman fyri við tveimum málum, men so togaði StÍF seg innaftur.

Tað var ikki fyrr enn seinasta minuttin í fyrra hálvleiki, at VB økti leiðsluna hjá sær upp í trý mál. Í fyrra hálvleiki - sum í seinna - var tað serliga Gabriella Fekete, sum skaraði fram úr hjá VB. Hon skoraði 16 ferðir í hesum dystinum, og tað tóktist, sum tað var fullkomiliga vónleyst at steðga henni. Hon loyvdi sær enntá at brenna tvey brotskøst.

Gabriella gjørdi nógv góð mál, og hon var ein støðug hóttan gjøgnum dystin. Hon kann fara at gerast ein veruligur jokari hjá VB, sum við øðrum evnaríkum spælarum á liðnum, ætlar at bjóða VÍF og hinum av í gullstríðnum.


Stórur munur

Munurin millum VB og StÍF øktist so líðandi í seinna hálvleiki. Heimaliðið hevði tað truplari, meðan útiliðið var alt meira ágangandi, so hvørt sum orkan fór at ganga undan hjá vertunum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki rapaði alt hjá StÍF. VB skoraði sjey mál eftir fáum minuttum, meðan eitt lamsligið heimaliðið einki mál fekk hesa løtuna. Tað skapti grundarlagið fyri stóra sigrinum, og hóast StÍF í hesi svørtu løtu royndi at taka time-out fyri at savna tropparnar aftur, so eydnaðist tað ikki.

Seinastu 18 minuttirnar av dystinum gjørdi StÍF fýra mál, meðan VB skoraði 13 ferðir. Tað var serliga Gabriella Fekete, sum gjørdi um seg, men pláss var eisini hjá Reginu Rado og Gurið Mortensen at gera fýra mál í part.

Eftir fyrstu fýra dystirnar hava uppflytararnir í StÍF framvegis fyrsta stigið til góðar, meðan VB hevur vunnið tveir av sínum fyrstu trimum dystum.


Dysturin í tølum:

StÍF-VB 20-31 (10-13)

Málskjúttar

StÍF: Ileana Manulescu 7, Sunfríð B. Jacobsen 7, Anna Berg Danielsen 3, Poula Olsen 2, Birna Mikkelsen 1

VB: Gabriella Fekete 16, Regina Rado 4, Gurið Mortensen 4, Durita Rouch 2, Sólrun Krosslá 2, Jensia Petersen 2, Margret Augustinussen 1

Brotskøst: StÍF 7, VB 4

Útvísingar: StÍF 0, VB 2

Dómarar úr NSÍ: Trygvi Mortensen og Kári Hansen