HONDBÓLTUR
Neistin hevði tað mesta í pottinum. Seinastu dystirnar hevur talan mest sum hvørja ferð verið um finalu hjá bláa havnarfelagnum, og alt bendi á, at seinasti dysturin undan sjálvum FM-finalunum veruliga gjørdist ein finala móti Tjaldri.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har einki sum helst varð avgjørt, settu gestirnir seg á tað mesta eftir steðgin. Hóast Daiva Toumaite og Aukse Vysniauskaite framvegis fingu síni mál, so var restin av liðnum hjá VB fullkomuliga parkerað á síðulinjuni, og upp á 20 minuttir hevði Neistin vunnið seg upp á 26-20, og so skuldi ikki verið so nógv meira at tosað um enn tað sama.
Men so blokeraði mentala hondbremsan hjá Neistanum. Tær spældu seg framvegis til møguleikar, men í skotroyndunum var so eiðasørt, og tað gav VB júst tann møguleikan, sum liðið hevði tørv á.
Og júst VB er eitt lið, sum sjáldan skal hava meira enn ytsta partin av lítlafingri, áðrenn allur armurin verður tikin.
Stríðsviljin á liðnum hevur altíð verið framúr, og seinastu løtuna ótu tær burtur av leiðsluni hjá Neistanum. Og tá Rannvá Johannessen eisini traðkaði framat í málskjótingini, fekk VB breiddina, sum gataði Neista-liðið seinasta pettið. Bara tíggju sekund undan dystarloki skoraði Rannvá til 26-26, og so hjálpti tað lítið, at Neista-kvinnurnar kendu seg snýttar fyri einum brotskasti í seinastu álopsroyndini, tá Nicoleta Radu Hansen leyp inn av veinginum.
Javnleikurin gjørdist endaliga úrslitið, og so var fagnaðurin í høllini ovurstórur, tí við tveimum stigum upp til Tjaldur var møguleikin enn at røkka finaluplássinum – hildu tey flestu.
Reglurnar hjá HSF staðfesta tó, at innanhýsis uppgerðirnar viga meira enn málmunurin, um tað stendur á jøvnum á stigatalvuni. VB hevur tapt tríggjar av fýra uppgerðum móti Tjaldri, og tí er nú eingin sum helst ivi um, at Tjaldur verður liðið, sum í FM-finaluni skal takast við Stjørnuna.