Fótbóltur
Vágbingar vóru bæði fegnir og ikki, tá ið teir sunnudagin fóru úr Fuglafirði. Tað hevði eydnast teimum at fáa stigið, sum teir frammanundan kanska høvdu viljað selt dystin fyri, men teir høvdu mist sigurin, sum teir í steðginum tóktust hava kós ímóti, og sum teir seinna partin av 2. hálvleiki áttu at havt góðar fyritreytir at hildið tørn um. Vinstri vongverjin hjá ÍF, Rúni Elttør, fekk gult kort í 34. minutti, og tá ið hann í 68. minutti aftur sá gult fyri takling, sum dómarin, Eiler Rasmussen, metti vera so mikið ógvusliga, at kort skuldi gevast, so varð hann rikin av vøllinum, og harvið átti mótbrekkan hjá ÍF at verði uppaftur brattari.
Tá var støðan 3-2. Miðvallarin í høgru, Atli Petersen, hevði tríggjar minuttir eftir steðgin givið heimaliðnum mót av nýggjum, tá ið hann uttanvert brotsteigin hevði smekkað til. Tað var tjúkt fyri, og bólturin tók í onkran og snýtti Bjarna Johansen í VB málinum.
At munurin minkaði til eitt mál tóktist geva heimaliðnum mót um, at tað skuldi bera til at fáa stig burturúr. Teir vóru meiri nærlagdir, enn teir høvdu verið síðstu løtuna undan steðginum, og eisini eftir at teir høvdu mist ein mann, vístu teir góðan hugburð.
Lønina fingu teir, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Miðverjin og veteranurin Símun Eliasen, sum hevur sera stóran týdning fyri ÍF liðið, royndi seg við frísparki væl uttanfyri brotsteigin, og bólturin small í nettakið.
Tað var eisini ÍF, sum legði bragdligari fyri. Bartal Eliasen var í ÍF álopinum saman við Sylla, meðan Poul Ennigarð var í miðverjuni saman við Símuni Eliasen. Bartal smekkaði í 7. minutti bóltin í málið eftir horna úr høgru og eitt sindur av aftur og fram.
Tríggjar minuttir seinni javnaði VB eftir fínt álop. John Poulsen, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, átti innleggið, og Dan Djurhuus var leysur í brotsteiginum og smekkaði í málið. Hetta var áttanda málið hjá honum í landskappingini í ár.
Og so var tað, at fuglfirðingar ikki tóktust hava givið sær far um, at dómarin hevði lagt tveir minuttir afturat vanligu leiktíðini í 1. hálvleiki. Í hvussu so er góvu teir hesa løtuna VB ófatuliga nógv pláss, og tað takkaðu vágbingar sjálvandi fyri.
Í báðum førum var álopsspælarin Nenad Zivanovic málskjútti. Í báðum førunum var hann leysur í brotsteiginum, og í báðum førunum vóru fýra fuglfirðingar í nánd av honum, tá ið hann setti bóltin í málið!
Sum nátt og dagur
Hjá teimum, sum stríðast fyri at sleppa undan aftastu plássunum og harvið møguleikanum fyri niðurflyting, vísir tað seg ofta at vera stórur munur á avrikunum. Tílík lið eru ofta ikki nóg støðug.Soleiðis var tað eisini sunnudagin. Báðir partar høvdu undan botngysaranum givið til kennar, at talan var um sonevnda seks stiga uppgerð, og báðir partar høvdu gjørt nógv fyri at seta seg upp.
Hjá ÍF stemmaði einki í 1. hálvleiki, tá ið teir vóru jánkasligir. VB var leikliga omaná, og teir kndu havt fingið fleiri mál. Milan Kuljic, sum enn eina ferð vísti seg at vera ein tann besti miðvallarin í landinum, sendi fríspark í tvørtræið aftanfyri Jacob Kaas. Saman við Kuljic var Edvard Ble á sentrala miðvøllinum, og hann var sannur brandur.
Eftir steðgin var hugburðurin hjá heimaliðnum góður, og tá megnaði VB ikki at halda tørn.Heldur ikki hóast teir seinna partin av 2. hálvleiki vóru yvirmannaðir.
Nú skal ÍF í Gundadal at spæla móti B36, og VB skal til Klaksvíkar. Hjá báðum er talan framvegis um møguleika at detta burturúr bestu deildini.