VB hugsar bara um sunnudagin

Vágamenn, sum av álvara kenna seg hóttar av niðurflyting, skuldu fara suður longu í gjárkvøldið

Tað stendur heilt nógv upp á spæl, tá vágbingar seinnapartin í morgin fáa vitjan av vágamonnum. Um dreymurin hjá vágbingum um fyrsta FM heitið framvegis skal hava møguleika at gerast til veruleika, so skulu teir vinna. Um dreymurin hjá FSV um framvegias at hava møguleika at spæla í bestu deildini skal gerast til meiri enn ein dreymur, so skulu teir í hvussu so er hava eitt stig.

? Vandin er sjálvandi, at tað er lætt at undirmeta eitt botnlið, men tað vóni eg ikki, at vit fara at gera, og eg rokni heldur ikki við tí. Vit minnast allir, hvussu torført tað var, tá vit fyrr í ár vóru í Sørvági. Dysturin endaði 2?2, men vit vóru hepnir at javna í síðstu løtu. Ta ferðina spældu vit ikki væl, sigur Krzysztof Popczynski, spælandi venjarin hjá VB.

Hetta er fyrsta ferðin, at VB er so tætt FM heitinum. Heldur tú, at tað er vandi fyri gummibeinum?

? Vit royna at útiloka hugsanina um medaljurnar og meistaraskapin. Vit taka bara ein dyst í senn. Hesa ferð snýr tað seg um FS Vágar. Um tað eydnast, so vita vit, at tríggjar aðrar torførar uppgávur bíða okkum, áðrenn tað verður greitt, hvørja endastøðu vit fara at røkka.

Hjá vágbingum, sum hóskvøldið vandu í høllini á Vágseiði, eru allir spælararnir tøkir.


Tað brennur undir FSV

Í Vágum ásanna teir, at avrikið ímóti sumbingum var alt annað enn gott. Teir siga seg kortini ikki hava mist mótið. Longu í gjárkvøldið var ætlanin at fara suður til Vágs at fyrireika seg til dystin í morgin.

Allir spælararnir hjá FSV eru tøkir uttan Tór?Ingar Axelsen. Ungi maðurin, sum Jógvan Martin Olsen fyri trimum vikum síðani nevndi at vera eitt av nýggju landsliðsevnunum, er framvegis plágaður av skaða.

Í 1997 vann VB 4?1 á FSV á Vágseiði. Í 1996 var úrslitið 2?0 og í 1995 var úrslitið hjá Sumba/VB á heimavølli ímóti FSV 2?2.