Tað var ein strika í rokningini, tá VB fríggjakvøldið tapti útidystin móti StÍF.
Í dag var StÍF aftur mótstøðuliðið, og hesa ferð var eingin slingur í valsinum.
Fyrsta lítla korterið fylgdust liðini, men so skræddi VB seg leyst, og eftir hetta hugdu tær seg ongan tíð aftur um bak.
Við sigrinum er VB nú tvey stig frá oddasessinum. VB hevur 13 stig fyri 9 dystir, meðan Neistin hevur 15 stig fyri 10 dystir.
Besti málskjútti hjá VB í dag var Helga Kjærbo við 6 málum. Rebekka Justinussen skeyt 5 mál fyri StÍF.
VB-StÍF 25-14 (12-8)