Stjørnan hevur undan kappingini í ár mist nógvar av frægastu spælarunum, tí ikki færri enn seks av kvinnunum, sum mugu teljast millum føstu spælararnar hjá Stjørnuni, bera barn undir belti. Hartil kemur so, at aðrir spælarar eisini eru burturi.
VB hevur eisini slankað sær liðið nakað, tí einasti útlendingur, sum er eftir á liðnum, er málverjin, Jurate Jankatiene, og hartil er talan fyri tað nógva um rættiliga ungar spælarar. Somuleiðis er talan um ungan venjara, Kári Horn, sum fyrstu ferð stendur á odda fyri einum liði hjá teimum vaksnu.
Tað vísti seg í Vági í gjár, at VB fyri tað nógva av fyrra hálvleiki var væl á odda og eisini var fimm mál frammanfyri í steðginum. Munurin øktist upp í sjey mál beint eftir steðgin, men so byrjaði Stjørnan at koma spakuliga í gongd.
Meira enn ein alsamt tættari renning aftanfyri, gjørdist tað tó ikki hjá Stjørnuni, ið hevði fingið munin niður á eitt mál, tá bara fimm minuttir vóru eftir. Ímóti endanum átti VB kortini munin, hóast Stjørnan var sera nær, tá brotsspark varð brent í síðsta minuttinum.
Kyndil misti mest
Í Vestmanna tóku VÍF-kvinnurnar ímóti Kyndli, og her var talan um tvey lið, ið ikki ordiliga komu upp í snúningar síðsta kappingarár, men kortini hava tilfeingi til at taka seg fram. Hetta eru tvey lið við framtíð, og eftir henda fyrsta dystin teirra millum verður spennandi at síggja, hvat fáast kann burturúr í vetur.
Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, tá eingin munur var á, men nokk so skjótt í seinna hálvleiki hevði Kyndil hug at seta seg á dystin og taka seg fram. Tá dysturin byrjaði at nærkast endanum, var eisini líkt til, at tær grønu fóru at vinna, tí fimm minuttir fyri tíð høvdu tær eina leiðslu upp á fýra mál.
Í málunum stóðu tvær systrar, Vivian Petersen hjá VÍF og Tomma Petersen hjá Kyndli, og tær vóru kanska frægastu spælararnir samanumtikið í dystinum. Og serliga ímóti endanum, tá tað ráddi um at sleppa upp í part aftur, vísti Vivian styrki og tók so nógv, at Kyndil einki mál fekk aftrat, meðan VÍF megnaði at berja seg upp á javnleik.