Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur HB verið á Argjum og keypt Matthias Præst Nielsen frá AB. Partarnir vilja ikki upplýsa prísin, men sum skilst liggur talið um einar hundrað túsund krónur. Danski miðvallarin sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá HB, at hann er glaður fyri tíðina á Argjum, men sær størri ítróttarligar avbjóðingar í HB.
– Eg eri ógvuliga glaður fyri tíðina í AB, men tað kemst ikki uttanum, at HB er eitt størri felag. Og fótbóltur, sum HB spælir, hóskar sera væl til mín. Tá tað kemur til stykkis, haldi eg at vit hóska væl saman, sigur 22 ára gamli miðvallarin við hb.fo.
Matthias Præst Nielsen er miðvallari, og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann eisini fekk sínar fyrstu minuttir í Superliguni. Síðani spældi hann nøkur ár í Middelfart, áðrenn hann í summar skifti til AB. Hann var eyðsýndur á AB-liðnum, sum við einum frálíkum endaspurti bjargaði sær plássið í Betri deildini, millum annað við einum 2-1 sigri á okkum á Argjum.
– Eg eri ótrúliga spentur til komandi avbjóðingina. Eg gleði meg til at spæla á einum liðið, sum hevur bóltin nógv, sum gjarna vil stýra dystinum, og sum eisini spælir álopssinnaðan fótbólt. Og so dámar mær eisini tað trýsti sum er fyri at vinna hvønn dyst, sigur hann víðari við hb.fo.
Hann endar samrøðuna við at siga, at hann gleðir seg til at spæla í Evropa. Søgurnar siga, at tað verður saman við Klæminti A. Olsen og møguliga Mads Borchers.