Leysasøgur hava gingið um, at amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken kemur til Danmarkar sunnudagin fyri at fundast við Jeppe Kofod um Arktis, og at hann eisini skal til Grønlands.
Nú er tað so staðfest av amerikanska uttanríkisráðnum, sum upplýsir, at Blinken fer til Keypmannahavnar sunnudagin. Mánadagin fer hann víðari til Íslands á fund í Arktiska Ráðnum, og aftaná hetta skal hann til Grønlands. Hetta váttar danska uttanríkisráðið eisini fyri Ritzau. Men hann kemur ikki til Føroya - sjálvt um hann vitjar bæði Danmark, Grønland og Ísland.
Sum vit á in.fo skiltu mikudagin, so var føroyski uttanríkisráðharrin, Jenis av Rana, eisiniboðin við á fund við amerikanska Antony Blinken.
Danska forsætisfrúin Mette Frederiksen skal í øllum førum luttaka á fundinum. Høvuðsevnið á fundinum verður Arktis, sum er eitt stórt fokus hjá bæði USA og danska Kongaríkinum í løtuni.