Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum fimm og átta stig
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, seinnapartin møguliga ælingur. Hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi av suðri og møguliga turt, leygardagin hvassur vindur av suðri og regn, seinnapartin minni vindur av útsynningi og ælingur, hitin millum fýra og átta stig.










