Stórir partar av Kina hava ov lítið vatn, og eina ringast stendur til í sjálvum høvuðsstaðnum Beijing.
Teir umleið 15 milliónir Beijing-búgvarnir brúka 750 milliónir rúmmetrar av vatni um árið. Upprunaliga hevði býurin 16 stórar vatngoymslur, men tær flestu eru tornaðar upp ella so illa dálkaðar, at nú eru bara tvær eftir. Tað ger, at fólk mugu fáa vatn úr undirgrundini. Men heldur ikki har er nóg mikið av vatni, og tí noyðast myndugleikarnir at grava longri og longri niður fyri at fáa fatur á vatni, skrivar AP.
Tað er ikki bara í Beijing, at trot er á vatni, og tí arbeiða kinesisku myndugleikarnir við nøkrum risastórum verkætlanum, sum skulu tryggja fólkinum nóg mikið av vatni. Einastaðni eru teir í ferð við at gera eina byrging, sum verður tann størsta í heiminum, og sum skal útvega bæði vatn og elorku. Aðrastaðni eru teir í ferð við at grava langar veitir.
Men tað er kostnaðarmikið at útvega teiumum nógvu kinesarunum vatn. Heimsbankin sigur, at minst 400 av teimum 669 stóru býunum hava ov lítið vatn, og at tað fer at kosta einar 600 milliardir krónur at útvega teimum nóg mikið av vatni. At høvuðsstaðurin er serliga meint raktur kemst fyrst og fremst av, at býurin er vaksin sera nógv, og framburðurin í samfelagnum hevur eisini havt við sær, at fólk brúka nógv meiri vatn nú enn fyrr.










