Rafael Correra er í øðini inn á brasilsku byggifyritøkuna Odebrech. Fyritøkan hevur fleiri stór arbeiði í Ekvador, men nú hevur forsetin givið herinum boð um at leggja hald á allar maskinur hjá fyritøkuni, og teir brasilsku arbeiðsmenninir hava fingið boð um at fara av landinum sum skjótast.
Odebrech hevur millum annað bygt eitt vatnorkuverk í Ekvador. Tað bleiv tikið í brúk seinasta summar, men longu í vár mátti tað sløkkjast orsakaðav ymsum trupulleikum. Stjórnin sigur, at Odebrecht hevur ikki hildið sínar skyldur sum byggifyritøka og vil hava endurgjald, men brasilska fyritøkan sigur nei.
Tað er komið rættiliga óvart á politiskar eygleiðarar í Suðuramerika, at Correa, forseti, hevur lagt seg út í ósemjuna við byggifyritøkuna. Teir vísa á, at Correa og brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva, hava verið væl, men at uppíleggingin hjá Correa kann fáa ávirkan á viðurskiftini millum Ekvador og Brasil.