Tað kom uttan iva illa við hjá nógvum miðvingum í morgun, tá tey skrúvaðu fyri kranum og øðrum í morgun, og varnaðust, at einki vatn rann úr teimum.
Vága kommuna skrivar á síni heimasíðu, at talan var um ein feil við pumpustøðina við Leitisvatn, ið gjørdi, at einki vatn kom niðan til reinsiverkið í Miðvági.
Fólk hjá kommununi vóru tó skjót at rætta feilin, soleiðis at skipanin koyrir aftur, men kommunan heitir á borgarar um at halda sær til góða, tí tað kann taka nakrar tímar áðrenn vatnveitingin verður sum vanlig aftur.










