Tíðliga gjáramorgunin brast høvuðsvatnleiðingin hjá Sands kommunu á Líðarenda, eystanvert bygdina, og sprænurin stóð langt uppí loft.
- Neyðugt varð at skifta partar av vatnleiðingini út, siga tey í Sands kommunu.
Seint í gjárkvøldið hevði eydnast at skifta partar av vatnleiðingini, soleiðis at vatnið aftur kundi renna gjøgnum leiðingina.
- Raskir og dugnaligir menn hava í allan dag arbeitt av øllum alvi fyri, at sandingar sum skjótast kundu fáa vatn aftur í kranarnar.
Í Sands kommunu takka tey fyri stórt og gott arbeiði, sum er gjørt.
- Tað tekur eitt sindur av tíð at fylla vatnrørini aftur, so tað verður ein løta, áðrenn vit øll kunnu fáa ein góðan temunn aftur. Takk fyri tolsemi.
Soleiðis søgdu tey á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu seint í gjárkvøldið, tá arbeiðið var liðugt, og klárt var at skrúva frá vatninum aftur.
##med2##
##med3##