Vatnflóðin í Kherson kann gera fólk álvarsliga sjúk

Tað var hin 6. juni, at Karkhovka-byrgingin skrædnaði. Ukraina og Russland geva hvørjum øðrum skyldina fyri vanlukkuna.

 

Tá stóra Karkhovka-vatnbyrgingin í syðra parti av Ukraina skrædnaði, vórðu økir rakt av vatnflóð, sum svara til umleið eina helvt av Føroyum.

 

Vatnflóðir fór yvir stór økir, sum russar hava hersett, og hon fór yvir økir, sum ukrainar hava ræðið á.

 

Nú sigur russiska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni Tass, at vatnflóðin kann føra til heilsuskaðar, eitt nú sjúkur elvdar av mýggjabitum.

 

Tað var hin 6. juni, at byrgingin skrædnaði. Ukraina og Russland geva hvørjum øðrum skyldina fyri at hava sprongt stóru vatnbyrgingina.

 

Serfrøðingar siga, at flestu pílar peika móti Russlandi. Men, enn er ikki endaliga prógvað, hvør stóð aftanfyri brotsgerðina.

 

Í Ukraina verður nógv orka brúkt til at taka hond um vanlukkuna og tað, at byrgingin skrædnaði, ger tað truplari hjá ukrainska herinum at sleppa um Dnipro-ánna.

 

Útlendskir miðlar vistu í gjár at siga, at Russland hevur víst aftur fyrispurningi hjá ST um hjálp til økini, sum vórðu rakt av vatnflóðini.

 

- Tú kanst ikki sýta fólki hjálp, sum eru í neyð, sigur ST-samskiparin fyri neyðhjálp í Ukraina, Denise Brown.

 

Hon heitir tískil á Russland um at fylgja altjóða humaniterari lóg.

 

Higartil eru 45 fólk staðfest deyð í vatnflóðini - 16 í økinum, sum Ukraina ræður yvir og 29 í økinum, sum russar hava hertikið.