Vatnflóð hóttir París

Vatnstøðan í Seinen er óvanliga høg, og partar av París eru raktir av vatnflóð

Óvanliga høg vatnstøða í Seinen ánni í París hevur havt við sær, at partar av býnum eru raktir av vatnflóð.

650 fólk eru flutt burtur frá teirra heimum, og summa staðni mugu fólk brúka bátar fyri at sleppa einum staði til annað.

AFP skrivar, at París er í hægstu tilbúgving, og at vatnstøðan í Seinen framvegis er hækkandi. Í nátt verður roknað við, at vatnstøðan kemur upp ímóti seks metrum, og tað eru millum fýra og fimm metrar hægri enn vanliga vatnstøðan í Seinen.

Orsøkin til vatnflóðina er ein óvanliga vátur januar mánaði. Síðani byrjanina av desember hevur tað regnað meira enn tvífalt so illa sum vanligt. Roknað verður við at støðan við høgu vatnstøðuni og vatnflóðini kann halda fram inn í næstu viku.

Fleiri av kendum støðunum og søvnunum í París hava fyrireikað seg til vatnflóðina.