Vatnflóð hóttir Bangkok

Í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok royna fólk nú sum frægast at tryggja seg og sítt ímóti vatnflóðini, sum hevur herjað partar av landinum, og sum nú hóttir sjálvan høvuðsstaðin. Myndugleikarnir hava sagt, at alt, sum er niðan fyri ein hálvan metur, fer undir vatn, og fólk eru tí biðin um at flyta tað, sum er niðast í húsunum.

Bangkok-búgvar tryggja seg eisini á annan hátt. Eitt nú hava fólk lagt mat og aðrar neyðsynjarvørur inn undir seg, og tí eru fleiri stórhandlar tómir.

Vatnflóðin í Teilandi kemst av óvanliga nógvum regni, og tað er meiri, enn áirnar og veitirnar í og kring Bangkok megna ikki at svølgja.