Tað regnaði ógvuliga illa í pørtum av Danmark í nátt og í morgun. Serliga í eystara parti av Jyllandi kom nógv regn niður, og á Aarhus-leiðini stóðu nógvir kjallarar undir vatni, eins og ferðslan varð nógv darvað, tí vegirnir stóðu undir vatni. Eitt nú máttu myndugleikarnir steingja ein motorveg á Aarhus-leiðini.
Av teimum almennu mátistøðunum var tað støðin á oynni Anholt, sum skrásetti tað mesta avfallið ella umleið 50 millimetrar, harav tað mesta kom niður fyrrapartin. Onkrar privatar mátistøðir á Aarhus-leiðini søgdu seg hava mátað heilt upp í 80 millimetrar. Bjargingartænastan Falck fekk nógvar fráboðanir frá bileigarum, sum stóðu fastir í øllum vatninum, meðan onnur ringdu um hjálp at pumpa vatn úr kjallaranum.
Tað regnaði eisini aðrastaðni, og summastaðni í Mið- og Suðurjyllandi skrásettu einstakar mátistøðir hjá DMI 40 millimetrar.