Vatnbóltar á Barnafestivalinum

Umframt allar framførslurnar á festivalinum leygardagin er eisini nógv ymiskt, sum børnini kunnu royna, til dømis sumo glýming, hoppiborgir, klatriveggir og ponyríðing.

Í ár bjóðar Barnafestivalurin nakað heilt nýtt og spennandi. Tað eru teir kendu vatnbóltarnir. Børnini verða tey fyrstu í Føroyum, sum sleppa at royna teir í einum plasthyli, og bóltarnir eru heilt nýggir.

Tað verður eitt heilt akroland, við avbjóðingum har ein skal klintra, halda sína javnvág og leypa. Á økinum verða royndir fimleikarar, sum vísa síni flottu kynstur. Teir fara at renna á vegginum, flúgva í luftini og annað ótrúligt, sum skal síggjast.

Barnafestivalurin er sum ein ævintýraheimur fyri børn, ein heilur dagur, har tey kunnu uppliva framførslur við tónleiki, dansi, skemti og akrobatikki, og royna alt frá andlitsmáling til vatnbóltar.

Foreldrini sleppa við, men børnini eiga dagin.

Høvuðsnavnið í ár er Line frá x-factor, og eisini á skránni er Ævintýraferðin, Rógvi & Vinurin og Trøllapætur.

Atgongumerkir eru at fáa í Margarinfabrikkini.