Komandi dagarnar streymar køld luft við ælaveðri fram móti Føroyum av útsynningi og vestri. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst fram við beint norðan fyri Føroyar og við tí fylgir ein kaldur streymur av norðri.
Í dag verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella heglingur, men seinnapartin okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig. Hóskvøldið og fríggjanáttina verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, áðrenn hann seint fríggjanáttina lækkar í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Ælaveður í støðum, annars yvirhøvur klárt, men seint á nátt skýggjað av vestri. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av vestri. Seinnapartin snarar hann vindin í ein útsynning og vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt æli, sum kann vera heglingur, út á seinnapartin vátaslettingur ella vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís heglingur, vátaslettingur ella vátakavi og hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 1 og 3 stig.
Sunnudagin veðrur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, seinni av vestri og útnyrðingi og eitt skifti makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s. Tað koma vátaslettings- og kavaæl og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, um náttina makar hann spakuliga vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kavaæl og hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 2 kuldastig og 1 hitastig.
Týsdagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útnyrðingi, sum lækkar í ein útsynning. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.









