Leygardagin 5. okt. heldur Heidi Kyhl fyrilestur um Vassulu, hennara profetiir og samskifti við Guð.
Vassula Ryden, boðberi av Guðs orði í okkara tíð við heitinum, ”Satt lív í Guði,” boðskapunum.
Hvør er Vassula?
Vassula Rydén varð fødd tann 18. januar 1942 í Egyptalandi. Familja hennara, sum er griksk ortodoks, hevur gjøgnum fýra ættarlið búð í Egyptalandi. Vassula var ein gávurík kvinna, sum ferðaðist í hægru samfelagsløgum; ein hugvekjandi listamálari, fullnøgd í vertskapi, tennismeistari og mótamodell í høvuðsstaðnum Bangladesh. Eins og nógv fólk nú á døgum hevði hon ongantíð lagt nakað í Guð ella tað andaliga lívið. Hon hevði ongantíð ímyndað sær, at Guð ein dagin í 1985 óvæntað opinberaði seg fyri henni, tá hon enn búði í Bangladesh við svenska manni sínum og tveimum synum. Í byrjanini av hesum opinberingum varð Vassula førd gjøgnum eina fyrireiking av sínum verndareingli Dánjal. Hann fyrireikaði hana til seinni at taka ímóti boðskapum frá Guði sjálvum.
Hví Vassula?
Ein kundi spurt, hví Guð kallaði ein, ið var so avmarkað og hevði so lítlan áhuga og vitan innan kirkju og trúgv, sum ongantíð hevði tráað eftir Guði. Vassula spurdi sjálv Guð hesar spurningar, og svar Hansara var fylgjandi: "Eg valdi teg vegna tína neyðarstøðu; gjøgnum tína neyðarstøðu vil Eg vísa Mítt miskunnsemi, gjøgnum tín einkisleika vil Eg vísa Mín myndugleika og Mína megi og at Eg Eri, so verð verandi eitt einki."
Í byrjanini var hon fullkomiliga ørkymlað og bar ótta fyri, at hon varð villleitt; henda óvissa var av sonnum hennara størsti krossur, av tí at hon ongantíð fyrr hevði hoyrt, at Guð í roynd og veru orðber Seg sjálvan til fólk í okkara egnu tíð. Av hesi orsøk óttaðist hon og royndi at berja burtur hesa uppliving, men ístaðin fyri at linka um, vendi Guð sær til hennara við enn størri styrki. So við og við sum tað heilaga samskifti mentist, fór týðilig broyting fram, har Vassula vaks í trúgv, vitan og kærleika til Guð.
Hvat siga boðskapirnir?
Boðskapirnir, ið eru frá Heilagu Tríeindini og Jomfrú Mariu, fortelja aftur og aftur, at Guð eksisterar, og at hann elskar menniskjuni, at hann syrgir yvir menniskjaskapta skilnaðin av kristnu kirkjunum, soleiðis sum tað er í dag. Í boðskapunum kallar Gud menniskjuni at angra syndirnar, og at venda aftur til Guð og sameina okkum við hann. Friður, kærleiki og sameining eru afturvendandi evni. Vassula sigur, at Jesus sigur: at tá vit lesa boðskapirnar, skulu vit taka navnið ”Vassula” burtur, og seta okkara egna navn ístaðin. Í boðskapunum eru eisini fleiri profetiir, har summi eru gingin út, eitt nú tá tvíburatornini í World Trade rapaðu, hevði Vassula fingið henda boðskap júst 10 ár frammanundan tann 11. sept. Í 1991. Eisini hevði Guð opinberað tsunamiuna í Asia fyri henni.
Satt lív í Gudi
Í fylgi Vassulu er tað Guð sjálvur, ið hevur valt at nevna hesar guddómligu boðskapir: fyri ”Satt lív í Guði.” Boðskapirnir hava rørt menniskju kring allan heimin. Bæði teologar, biskuppar, prestar og bíbliukøn trúgva, at hennara boðskapir eru autentskir og ektaðir, at Guð gjøgnum hana, vendir sær til hvønn einstakan – óansæð trúgv.
Higartil hevur hon talað meira enn 1000 ferðir í 79 londum, og eru boðskapirnir komnir út á 42 tungumálum. Teir eru skrivaðir í slíkum greiðum og beinleiðis máli, at ein og hvør í lesi-aldri kann skilja teir. Samstundis er innihaldið ríkt og djúphugsið. Líkamikið hvagar hon er boðin, hvørt hetta er í Asia, Amerika, Australia, Afrika ella Evropa, verður hon móttikin av mannamúgvum úr øllum aldursbólkum og frá øllum hugsandi sosialum bólkum og umhvørvum, bæði kristnum og ikki-kristnum. Millum tey sum koma at hoyra hennara vitnisburð eru ikki einans leikfólk, men eisini teirra andaligu leiðarar: prestar, munkar, nunnur, bispar, erkabispar, kardinalar, sendiharrar pávans og kleysturovastar. Eisini aðrir átrúnaðir, so sum ísraelskir jødar og buddhistiskir munkar frá Hiroshima, hava boðið henni at vitna. Áhoyrarafjøldirnar á hennara møtum hava verið upp í 150.000 fólk, og í summum londum vóru eisini nógvir muslimar, hinduar, buddhistar og jødar. Tann sannroynd at Vassula er før fyri at skriva um slík djúptøkin andalig evni uttan at mistaka seg, hóast hon ongantíð hevur fingið nakra undirvísing í kristni og ei heldur teologiska útbúgving, er í sjálvum sær ein máttmikil sannkenning av trúvirðinum í boðskapunum.
Beth Myriam
Vassula fær ongan fíggjarligan ágóða. Øll inntøka av bókunum fer til at hjálpa fátøkum og til vælgerðarhúsini Beth Myriam (Hús Mariu). Undir einum pílagrímtúri í Betlahem jólanátt í 1998 opinberaði Jomfrú Maria seg fyri henni og segði: Lurtað eftir Mær og skrivað hesi orð: stovnað Okkara Beth Myriam allastaðni tú kanst. Lætt um hjá teimum kúgaðu og hjálp tí foreldraleysa. Verj Meg, bjargað Mær úr vesalakorum, hýs Mær og gev Mær at eta. Lætt um Mína byrðu og møði; styðjað Mær og hjálp Mær upp undan aftur. Alt sum tú gert ímóti tí minsta av Mínum brøðrum gert tú ímóti Mær... Eg vælsigni tey, sum lívbjarga Mær. Mátti tey verði verandi dygdug og full í kærleika. Eg eri við tykkum.
Beth Myriam finnist nú í 16 londum. Alt arbeiði er ólønt.
Fyrilsesturin verður í skúlahøllini í Eysturskúlanum leygardagin 5. okt. kl. 17.30.










