VARPIÐ - nýtt sjónvarps og útvarpsinnlegg

Blaðið verður prentað á sterkari pappír, verður eitt sindur minni enn Sosialurin, og tað verður heft. Blaðið hevur allar rásirnar hjá Televarpinum og harvið eisini so at siga allar hjá CanalDigital

Sosialurin hevur gjørt eitt nýtt sjónvarps- og útvarpsblað, nevnt VARPIÐ, sum verður at fáa saman við Sosialinum hvønn fríggjadag. Fyrsta VARPIÐ verður at fáa við fríggjadags Sosialinum, sum verður at fáa í annaðkvøld.
Sosialurin hevur leingi havt ætlanir um at bøta um Hygg og Hoyr, sum hevur verið í Sosialinum í nógv ár. Javnan hava fólk heitt á okkum um at fáa aðrar rásir við, enn tær, sum Rás Tórshavn hevur víst.

Tá nú Televarpið er farið at senda, og Rás Tórshavn er farin í søguna, hava vit samstundis nýtt høvi at gera broytingarnar.

Í blaðnum verða skráir fyri allar rásirnar, sum Televarpið sendir ? og samstundis fáa øll onnur, ið hava parabolsjónvarp gleði av blaðnum, tí tey mongu, ið eitt nú hava hald frá CanalDigital, síggja so at siga allar rásirnar, ið Televarpið hevur á síni skrá.

Blaðið verður ikki ein partur av Sosialinum, soleiðis sum Hygg og Hoyr hevur verið, men blaðið verður prentað fyri seg. Tað verður prentað á tjykkri pappír til tess at økja um góðskuna. Eisini verður blaðið skorið, so tað verður eitt sindur minni enn Sosialurin, og tað verður heft í rygginum.

Sostatt er talan um eitt blað, sum verður tikið úr Sosialinum og sum kann liggja á borðinum framman fyri sjónvarpið alla vikuna ? og tú kanst fylgja við, hvat ið sent verður á øllum rásunum.

Sjónvarp Føroya, Útvarp Føroya, Rás2 og Lindin verða sjálvsagdur partur av blaðnum, sum eisini hevur umrøður av ávísum sendingum og filmum.