Varpa ljós á ríkisfelagsskapin

Í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð verður fyrsta sendingini í nýggju røðini hjá DR um ríkisfelagsskapin víst á DR K.


Tað er Martin Breum, journalistur, og Jakob Gottschau, sjónvarpsframleiðari, ið hava arbeitt við eini verkætlan, ið millum annað lýsir menningina av ríkisfelagsskapinum.


Fyrsti partur verður sendur á DR K í kvøld, og fyrigongur í Grønlandi og Føroyum. Í føroyskum høpi er tað serliga áhugavert, at Lucas Debes og Nólsoyar Páll verða millum evnini í kvøld.


Verkætlanin er eitt samstarv millum DR, KVF og KNR.


Til ber at síggja sendingina við at trýsta á her.


Til ber eisini at síggja sendingina í morgin, tá KVF sendir hana klokkan 19.25. Aftaná sendingina skipar KVF fyri kjaki, har Brynhild Thomsen er vetur og Jóan Pauli Joensen, professari, er gestur.