Í dag, dýra biðidag klokkan 16, fer Vestmanna Sangkór at hava eina ljósa vár- og summarkonsert í Havnar Kirkju.
– Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, og uppií verða nakrir svenskir, íslendskir, russiskir, enskir og onkur á látíni, siga fyrireikararnir.
Kórleiðari er Benjamin Gaasedal, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey.