Kvívík: - Okkum dámar betri at hava ein varnan fíggjarpolitikk, og seta forvæntningarnar til inntøkurnar í lægra lagi, vísir borgarstjórin á.
Hetta fingu tey ikki minst at sanna í fjør: Tá komu góðar 650.000 krónur meiri í kommunukassan, enn tað sum bygdaráðið annars hevði væntað, í mun til 2009.
Og hetta hendir, hóast fíggjarkreppa herjar og mong eru vorðin arbeiðsleys í farna ári - ikki minst, tá Fiskavirking fór av knóranum í desember mánaði.
Ein fylgja av kreppustøðuni í dag, og av undanfarnum kreppum hevur verið, at fleiri kommunur hava ikki fingið tað inn í skatti sum mett varð. Men Kvívík hoyrir ikki uppí henda bólkin:
- Vit eru tíbetur ikki so hart rakt av hesum, slær Dánjal Petur fast. - Hjá okkum hevur inntøkan hinvegin verið rættiliga støðug.
Tað vísir seg, at nógvir kvívíkingar hava arbeiðspláss sítt á skrivstovum og fyritøkum í Havn, meðan aðrir eru sjómenn. Tað eru hinvegin ikki mong, ið hava arbeitt innan fiskivinnuna á landi.
- Ein kanning varð einaferð gjørd um, í hvørji kommunu teir bestu skattaborgararnir vóru. Henda kanning vísti, at tann gamla Leirvíkar kommuna lá sum nummar 1, meðan Kvívík lá altso sum nummar 2.
- Jú, vit hava lutfalsliga góða inntøku, og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu.
Góð fíggjarstøða
At peningurin streymar inn í kommunukassan ger sjálvandi sítt til, at kommunan sær seg føra fyri at fara undir fleiri arbeiðir hetta komandi árið. (Sí aðra grein á hesi síðuni).
Men hesin veruleiki hevur eisini havt positiva ávirkan á fíggjarstøðuna hjá hesi lutvíst lítlu, men kortini vælkoyrandi og nógv útbygdu kommununi. Her finst bæði góður skúli við svimjihyli, spildurnýggjur barnagarður og annað, ið krevst til eina kommunu í dag.
- Jú, fíggjarstøðan er góð. Vit hava útbygt kommununa væl tey seinnu árini, men hóast tað skylda vit bert eina álíkning, sigur borgarstjórin.
Kommunan er kortini ikki nøgd við at hava eina slíka skuld hangandi yvir sær, og tí verður miðað eftir at gjalda hana niður eftir seks árum.
Ætlanin er kortini ikki at sita hendur í favni og njóta framd avrik. Tey vilja fegin hava fleiri fólk at flyta til kommununa og menna hann uppaftur meiri. Í hesum sambandi hevur kommunan fleiri grundøki tøk í Leynum.
- Vit vildu tó eisini havt fleiri grundøki at bjóða fólki her í Kvívík. So tað verður ein avbjóðing í framtíðini at útvega fleiri slík, sigur Dánjal Petur Müller
Íløgur í hópatali
Við góðu skattainntøkuni í fjør og fyrraári, hevur kommunan sett sær fyri at gera nakrar neyðugar íløgur hetta komandi árið.
Ein teirra er at betra um umstøðurnar á skrivstovuni í Kvívík, har ein millum annað ikki hevur havt eina kantinu til starvsfólkið. Støðan hevur verið so, at tá tey skuldu vaska upp, so mátti hetta gerast inni á wc’inum. Og tað var ikki serliga nøktandi.
Ein onnur avbjóðing hjá kommununi er, at fyrireika møguleikar fyri bústøðum til eldri fólk. Ætlanin er snøgt sagt at kanna, hvat best er at gera: Um ein skal satsa uppá íbúðir, sambýli ella um ein velur onkra aðra loysn.
- Vit ynski í øllum førum vera uppá forkant við menningina, og ætla tí at spyrja borgararnar um, hvat tey kundu hugsað sær í hesum sambandi, greiðir Dánjal Petur Müller frá.
Kvívík er somuleiðis vælsignað við einum væl útgjørdum skúla við svimjihyli. Meðan skúlin er í góðum standi, er svimjihylurin tað ikki. Og tað ætlar bygdaráðið at gera nakað við.
Hylurin er gjørdur í 1976, og hevur verið væl umtóktur av fólki. Nøkur ár seinni varð ein presending løgd í hylin, tí hann var farin at leka. Henda presendingin er nú útlivað, tí nú lekur aftur.
Avgerð er tí tikin um at fáa hylin tættan aftur við at leggja nýggja presending, sum við øllum er mett at kosta 150.000 krónur.
- Vit vita, at fimleikarhøllin eisini treingir til ábøtur, men vit hava so ikki sett pening av til tað í ár, staðfestir borgarstjórin.
Kirkjugarðurin í Kvívík er um at vera fultgrivin, og tí hevur kommunan sett 400.000 krónur av til at útvega meiri øki. Í kirkjugarðinum er sett á tann seinasta fjórðingin, og er ætlanin nú at víðka verandi kirkjugarð.
Av øðrum íløgum kann nevnast, at ætlanin er at brúka 300.000 krónur til kloakkskipanina, og 100.000 krónur til at seta Gamla Pakkhús í stand. Sama upphædd er játtað til eitt spælipláss á Válinum og eitt í Leynum. Hetta seinna er í samband við útstykkingina sum er gjørd í bygdini.
- Vit hava valt at stykkja 9 út í fyrsta umfari. Tá tey eru seld, fara vit víðari, sigur Dánjal Petur. - Íalt er møguleiki fyri 24 grundøkjum aftrat á hesum staði.
Hvønn vegin, Kvívík?
Nógva tosið um samanlegging av kommunum er ikki farið ómarkað framvið limunum í bygdaráðnum í Kvívík.
Millum fólk er greitt, at tey vilja samstarva við aðrar kommunur, men spurningurin er bara við hvønn.
Ein fólkaatkvøða fyrr í hesum valskeiðnum vísti, at meiriluti er fyri at samstarva við Vágar og Vestmanna. Tað sum kanska sermerkti atkvøðugreiðsluna var, at tað vóru bert 80 fólk ið greiddu atkvøðu.
Samstundis er greitt, at sambært ætlanini hjá landsstýrinum skulu í øllum førum Vestmanna og Kvívík samstarva. Men sum Dánjal Petur Müller skilir støðuna eru uppaftur onnur sum halda, at ein eigur at leggja saman við Tórshavnar Kommunu.
Men hinvegin duga fleiri kvívíkingar heldur ikki at síggja tað neyðuga í at skula leggja saman við aðra kommunu ella øðrum kommunum.
- Eg meini: Sum er, klára vit okkum sjálvi. Vit klára tær pliktir sum vit hava; vit hava eina góða og væl rikna kommunu; og vit hava eina kommunu við teim fasilitetum ið krevjast.
- Tí er spurningurin, um ein skal leggja saman, bara fyri at leggja saman, vísir Dánjal Petur Müller á.
SAMSTARV
Kvívíkar kommuna hevur gott samstarv við grannakommununa. Men tann stóri spurningurin er, hvønn veg kommunan skal venda sær í framtíðini: Til Vestmanna, Vágar ella til Havnar. - Vit skulu í øllum førum ikki leggja saman, bara fyri at leggja saman, sigur borgarstjórin, Dánjal Petur Müller
(úti)
ÚTBYGD
Fleiri bygdir á somu stødd sum Kvívík, og sum eisini liggja væl fyri við samferðslu, merkja afturgongd í fólkatali. - Vit hava havt eitt rættiligt støðugt fólkatal tey seinnu árini, og vænta at tað fer at økjast í framtíðini, sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík










