Føroyski útflutningurin av laksi til Russlands heldur á at vekja ans uttan fyri landoddarnar.
Í farnu viku var grein í Wall Street Journal um málið og í dag tekur norska blaðið Aftenposten tráðin upp.
Her er NATO-limurin, ið tjenar feitt upp á handilsstongsilin móti Russlandi, skrivar blaðið á Facebookvanga síni, við eini leinkju til greinina.
Greinin vísir fyrst á, at føroyski útflutningurin av laksi til Russland vaks við 390 prosentum í oktobur, 700 prosentum í novembur og 790 prosentum í desembur. 40 prosent av øllum føroyskum laksi endar í dag í Russlandi, skrivar blaðið.
Noreg seldi 10.000 tons av laski til Russlands innan handilstiltøkini vóru sett í verk. Nú sleppur ikki ein norskur stertur inn í Russland. Hetta letur kortini ikki til at nerva norsku laksavinnuna stórvegis.
- Vit vænta, at ting fella aftur til tað vanliga og at kundarnir koma aftur til okkara, tá handilstiltøkini ikki longur eru í verki. Tað eru tær ábendingarnar vit fáa. Norskur laksur er kappingarførur í prísi, góðsku og veitingartrygd, sigur norska fiskivinnusendiboðið til Russland, Ingrid Dahl Skarstein, við Aftenposten.
Hon vísir á, at tað kann vera ein fyrimunur, at Føroyar selja feskan laks til Russlands, tí at tað er við til at varðveita ein marknað fyri feskan laks í Russlandi. Samstundis vísir Ingrid Dahl Skarstein á, at norski útflutningurin er so nógv størri enn hvat Føroyar kunnu megna, at tað er eingin vandi fyri, at Føroyar skulu yvirtaka russiska marknaðin.
Til seinast í greinini kemur eisini fram, at norskur laksur kortini verður seldur til Russlands, men umvegis Hvítarussland, har hann verður tilvirkaður, áðrenn hann verður sendur inn á russiska marknaðin. Nøgdin av hesum samsvarar tó als ikki við norska útflutningin innan handilsstongsilin móti Russlandi.