Vardu íbúðirnar vóru kortini ikki klárar

Ymiskir manglar vóru í vardu íbúðunum, so íbúgvarnir sluppu kortini ikki inn í síðstu viku.

Ætlanin var, at teir fyrstu ellivu íbúgvarnir skuldu flyta inn í nýggju vardu íbúðirnar í búfelagsskapinum við Karlamagnusarbreyt í síðstu viku, men tað gjørdist av ongum, tá húsasýn var av bygninginum. Tórshavnar kommuna metti nevniliga ikki, at bygningurin var klárur at taka í brúk.


Andras Róin, stjóri í Bústaðir, váttar, at kommunan kannaði bygningin áðrenn hann kundi takast í brúk, og staðfest bleiv tá, at onkrir manglar vóru.


- Har vóru onkrir snøklar, ið ikki vóru komin upp á pláss, men tað verður arbeitt við nú. Tað var ikki nakað álvarsligt, men sambært nýggju byggireglukunngerðini skal man hava eina roynd, ið setir íbúðina undir trýst. Tá skal eingin feilur vera, sigur Andras Róin og leggur afturat.


- Tá vóru nakrar íbúðir, ið ikki kláraðu tey krøvini, so har skulu onkrar umvælingar gerast. Men tað var ikki brunatrygd ella líknandi, ið tað var galið við, men onkur teknisk detalja, ið eigur at koma upp á pláss næstu dagarnar.


Sambært stjóranum á Bústaðir, so flyta tey fyrstu fólkini í staðin inn í dag, meðan restin sleppur inn seinni í vikuni.


- Vit hava tosað við Almannaverkið og greitt teimum frá støðuni og tey hava sett møblar og annað upp um vikuskiftið. Men fyrr enn kommunan hevur givið endaligt loyvi kunna vit ikki loyva nøkrum at búgva har, sigur Andras Róin.